Fundur um Hestleiðina

Jul 18, 2008

Mánamorgin kl. 9.30 fer Útoyggjafelagið á fund við  Landsstýriskvinnuna í samferðslumálum, at umrøða siglingina millum  Gomlurætt og Hestoy. 


Landsstýriskvinnan leggur upp til, at gera eina royndarskipan, har tað  ikki verður Teistin, men eitt annað minni skip, ið kemur at røkja hesa  farleið. 


Fyri hestfólk er tað sera umráðandi, at fáa trygd fyri, at talan er um  eina royndarskipan, og Útoyggjafelagið vil hava greitt at vita hvat  hetta inniber. 


Útoyggjafelagið hevur longu gjørt Helenu Dam á Nestabø greitt, at vit á  ongan hátt kunnu góðtaka, at Brynhild verður sett í sigling um  Hestfjørð. Hetta skip røkir í dag Mykinesleiðina, og tað er ein sera  vánalig loysn, tí hetta skip livir ikki upp til tænastustøðið, ein kann  bjóða ferðandi í 2008. Tað kemur sera ofta fyri, at fólk koma við karmi í  land, í Mykinesi, tí skipið ikki er bygt til ferðafólk men til  fiskiskap.


Inniber henda royndarskipan, eina øktan títtleika, ein túr við Teistanum  hvønn morgun til skúlabørnini, og ein góð loysn á farmaflutninginum,  kann tað vera grundarlag undir eini góðkenning av, at gera eina  royndarskipan. Alt sum viðførir, at umstøðurnar á Hestleiðini gerast  verri enn tær eru nú, fara vit ikki at góðtaka.