Soljóðandi skriv er sent Innlendismálaráðnum, tann 12. mars 09. Útoyggjafelagið mótmælir, at játtanin á løgtingsfíggjarlógini.


Innlendismálaráðið, St. Dímun 12. mars 09
Att. Annika Olsen, landsstýriskvinna
Tinganes
Tórshavn
Áheitan
Útoyggjafelagið mótmælir, at játtanin á løgtingsfíggjarlógini til havnager í Skúgvi, nú verður tikin til annað endamál.
Tað eru nú ligin nógv ár síðan, havnin í Skúgvi varð gjørd. Sum kunnugt gjørdist beinanvegin greitt, at havnin í verandi líki er ónýtilig uttan bert í dýrdarveðri, og øll hesi árini hava skúvoyingar bíða og vóna, at neyðugar ábøtur verða gjørdar.
Nú er komið hartil, at greitt er , hvat skal gerast til tess at fáa bátahylin og innsiglingina kyrra, og var tí sera gleðiligt og hugaligt, at peningur var settur á løgtingsfíggjarlógina 2009 til endamálið.
Hvussu stóran týdning góð havnarviðurskiftir, og harvið samferðslumøguleikarnir hava fyri nútíðarsamfelagið, er øllum kunnugt.
Í skrivandi løtu er hetta bert grundað á tíðindir frá fjølmiðlunum, men er hetta veruliga ætlanin, er boðskapurin í hesi raðfesting av útoyggjum sera óheppin fyri framtíðarútlitini og tilverugrundarlagið á útoyggjunum.
Okkara áheitan er tí, at í staðin fyri at taka verðandi játtan til havnager í Skúgvi til annnað endamál, at fáa sett skjøtil á arbeiðið, og um neyðugt, at útvega eina størri upphædd til endamálið.
v. Útoyggjafelagið
Óla Jákup úr Dímun
