Hvør vil eiga Másan?

May 22, 2010

Nú er so tann stundin komin til handa, at Másin ikki longur skal  skúma fjørðin, og flyta fugloyingar og svínoyingar millum oyggjarnar.  Men Másin hevur tænt oyggjunum væl, og mong eru tey, sum vilja siga "vit  fáa ikki betur skip enn Másan". 

Tá Útoyggjafelagið byrjaði sítt arbeiði fyri 10 árum síðani, tá var  spurt, bæði í Fugloy og Svínoy, um ikki stundin var komin, at fáa annað  skip fyri Másan, tí hann var vorðin ótíðarhóskandi. Tá søgdu tey allar  flestu "Másin er góður", vit skulu bara hava eina betri ferðaætlan. Men  so skal sigast, at samstundi sum álitið á Másan var stórt, so var eisini  eitt stórt ynski longu tá, um at endurnýggja samferðsluna, og  serstakliva var hetta mál á skránni í Svínoy, tí longu tá fyrilág ein  ætlan um tunnil yvir í Havn, so ein bilferja skuldi røkja farleiðina  millum Svínoy og Sund.

Nú 10 ár seinni, hava tey sum búgva í Svínoy mist Másan, og hava fingið  Súluna í staðin. Hetta er eitt risa afturstig, inntil eitt nýtt skip  kemur inn í siglingina.

Nú verður Ritan álitið, so vónandi hon at roynast líka væl sum Másin - bert við naka meira ferð.

Tað er í tøkum tíma, at Másin fer út og annað skip kemur inn, men tað  hevur verið drálað alt ov leingið, við at gera ábøtur á hesa farleið. Nú  Másin var "tvungin" úr flotanum, vóru myndugleikarnir "tvungnir" at  finna aðra loysn. Vísir tað seg, at Ritan ikki er eins góð og vanta,  vóna vit, at ein nýggj loysn, ikki skal bíða líka leingi, sum bíða var  við Másanum.