Í bjargalínuni – tiltak í Skúgvi

Aug 24, 2021

Leygardagin 28.august skipa Útoyggjafelagið og Skúvoyar Fornminnisfelag fyri serstøkum evnisdegi í Skúgvi. Vit fagna staðbundnu bjargamentanini og kjakast um týdningarmikla arbeiðið at halda lív í søguni og vitanini um veiðu og røkt í bjørgunum.

Skráin fyri dagin er henda:Kl. 10.35 Sildberin fer av SandiBorgarstjórin, Poul Ásmund Tórarenni, bjóðar vælkomin.Meinhard Hentze lýsir bygdarsøguna umframt fugla- og bjargasøguna hjá oynni.Vit vitja hølini, sum fara at hýsa komandi Bygdasavni. Her verður fyribils framsýning av lutum og søgum um bjargamentan. Harry Jensen greiðir frá arbeiðinum hjá Skúvoyar Fornminnisfelag.Vit sýna gamlir filmar um bjargamentanEin góður, serføroyskur biti til luttakararnir.Kjakfundur Í skúlanum: Hvussu viðlíkahalda vit førleikarnar og vitanina um bjargalívið, og bera kunnleikan um veiðu og røkt, víðari til komandi ættarlið?Frásøgn og gongutúrur til kirkjuni við Tummas Frank JoensenKonsert við Magna Christiansen í kirkjuniKl. 17.10 Sildberin fer úr SkúgviLuttøkan er avmarkað til 40 fólk, og tilmelding fer fram við at senda okkum eini boð til utoyggj@gmail.com.Kostnaður fyri luttøku er 250kr. Peningurin fer til komandi bygdasavnið og arbeiðið at varðveita staðbundnu bjargasøguna.