Viðvíkjandi áheitanini um ikki at almannakunngera valúrslitini á smáplássunum hvørt sær, er at siga, at henda áheitan kann ikki gangast á møti við galdandi lóg, hetta vísir Innlendismálaráðið á, ið skrivi til Útoyggjafelagið.Til Útoyggjafelagið v/Óla Jákup úr Dímun
Viðvíkjandi áheitanini um ikki at almannakunngera valúrslitini á smáplássunum hvørt sær, er at siga, at henda áheitan kann ikki gangast á møti við galdandi lóg tí at løgtingsvallógin ásetur, fyri tað fyrsta, í § 28, at atkvøðuteljingin, sum fer fram so skjótt sum atkvøðugreiðslan er av, er almenn. Í øðrum lagið er ásett, í § 29, at tað er valstýrið (sum er sett av avvarðandi kommunustýrinum fyri hvørt einstakt valstað sambært § 20) sum ger úrslitið upp.
Spurningurin um eitt val kann metast at verða loyniligt tá valstaðið er lítið, var viðgjørdur í tí broytingaruppskotinum til løgtingsvallógina, sum fall burtur tá løgtingsvalið varð útskrivað. Skotið var upp, at onki valstað kundi hava færri enn 10 veljarar, hetta er ikki nakað høgt tað, og tað er ivasamt um tað tryggjar at valið er loyniligt. Tá valið er útskrivað, er ikki gjørligt at broyta hesi viðurskifti áðrenn komandi løgtingsval.
Tveir møguleikar kunnu hugsast sum loysn, tann fyrsti er, at áseta eitt minstamark fyri hvussu fáar veljarar eitt valstað kann hava, hin er, at atkvøðurnar skulu savnast í størri eindir áðrenn tær verða taldar.
Niðanfyri er endurgivið teldusamskifti við kommunuskrivaran í Klaksvíkar kommunu um líknandi spurning.
Vegna Innlendismálaráðið
Hilmar Høgenni
deildarstjóri
10-01-2010
