Jól á útoyggj

Dec 14, 2008

Hóast bert fá fólk eru í summum útoyggjum um jólini, so er jólahugnin eins góður og aðrastaðni í landinum.

Í onkrum av bygdununum á útoyggj, eru bert fá fólk nú um jólini. Eitt  nú í Hattarvík, eru tey bert 4 fólk, jóladagarnar, og í Mykinesi eru  tey 9. Jólini verða tó hildin við gávum, góðum mati og hugnaligari  samveru. Í fleiri av útoyggjunum, er tað siðvenja, at bygdafólkið  hittast til jólahugna í skúlanum, og í so máta er einki undantak í ár. 

Bygdirnar á útoyggj eru, sum flest aðrastaðni prýddar við ljósum,  jólatræ og ljósið í gluggunum. Men tað eru tó ikki allar kommunur, ið  eru líka raskar, at taka sær av trivnað og hugna, tí í Mykinesi, er  hvørki jólatræð ella ljósperur í gøtunum. Sørvágs kommuna hevur í ár  gloymt, at hon eisini varar av Mykinesi.

Tey sum búgva í Mykinesi siga, at tey sjálvandi sakna tann hugan, ið  jólatræði og ljósini í gøtunum geva, men hugnin innandura er eins og  undanfarin ár, sera góður.