Í sambandi vit útoyggjastevnuna, leygardagin 20.juni´09, verður góður dansur á ferjuleguni á Syðradali á Kalsoynni. Julianneboys spæla og føroyskur dansur verður eisini. Møguleiki verður fyri at keypa sær: biiiib, búffar, pylsur og annað. M/b Viljin kemur at sigla millum Klaksvík og Syðradal alla náttina. Kostnaðurin fyri dansin er 150 kr.

Seinasta summar var eisini bryggjudansur á Sydradali, tað mesta av oyggjarfólkunum var í dansi og m/b Viljin sigldi fullfermdur við fólki alla náttina.
Veðrið hevur eisini nógv at siga ein tílíkan dag. Síðsta summar var prakfult veður, og "hann" lovar eisini gott veður hesaferð.
