Endamálið við vitjanini í Kanada var, at kunna seg um verkætlanina Economusée. Eitt tiltak, ið umframt at verja siðsøgu og mentan, serstakliga er ætlað at menna útjaðaran.
Fyri 14 døgum síðani, vóru 4 umboð úr Útoyggjafelagnum og vitjaðu í Qubec í Kanada. Ferðin vardi eina viku, og á skránni vóru vitjanir á 8 ymiskum Economusée´um, umframt frálæra á Laval universiteti, um hvussu henda verkætlan skal skipast.
Tey sum luttóku úr Føroyum vóru Olga Biskopstø, Syðrugøta, Jona í Lon, Húsar, Mikkjal Joensen, Trøllanes og Esbern í Eyðansstovu, Mykines.
Endamálið við kunningini var, at útbúgva limir í Útoyggjafelagnum, til at seta í verk Economusée´um í Føroyum.
Hetta er triðju fer, at umboð úr Útoyggjafelagnum eru slíka ferð í Kanada. Hvør av hesum ferðum hava havt sum mál, at fyrireika stovnsetanina av Economusée´um í Evropa.
Henda verkætlan er sera væl umtókt í Kanada, og uml. 700.000 ferðandi vitja árliga, tey 50 ymisku tiltøkini, sum eru har. Tað er serliga í útjaðaranum, at Economusée hava sína undirtøku, og tí er tað serstakliga áhugavert at fáa hetta á føtur her hjá okkum.
