"7. árið á rað verður skipað fyri hugnaliga vetrartiltakinum, Livandi Tilfeingi, í Tórsgøtu. Leygardagin, 25. novembur, og sunnudagin, 26.november, verða Perlan og Reinsaríið karmur um livandi verkstaðir og sølubásar við alskyns, staðbundnum handverki.
Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á góða, føroyska handverki, ið verður skapt og selt kring landið. Talan er bæði um prýðis og -brúkslutir, umframt leskiligt mathandverk frá føroysku bygdununum.
Framleiðararnir sýna fram teirra handverk, og møguleiki verður at keypa hágóðskuhandverk beinleiðis frá teimum, ið hava skapt tað. Eisini verður hugnalig kafé í Perluni, so at tey vitjandi kunnu steðga á og njóta huglagið.
Tað verður bæði fjálgt og hugkveikjandi at finna jólagávurnar í Tórsgøtu.
Atgongdin til Livandi Tilfeingi er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið í Perluni og Reinsarínum til hugna og gott prát.
Opið er:
Leygardag 10.00 - 18.00
Sunnudag 13.00 - 18.00
