Útoyggjafelagið vil við hesum heita á Landsstýrismannin í útjaðaramálum, um at skipa so fyri, at valúrslit frá teimum smæstu valstøðunum ikki verða almannakunngjørd hvørt.
Útoyggjafelagið vil við hesum heita á Landsstýrismannin í útjaðaramálum, um at skipa so fyri, at valúrslit frá teimum smæstu valstøðunum ikki verða almannakunngjørd hvørt sær, men at valúrslitini ístaðin verða løgd saman við valúrslitunum frá fleiri smáum valstøðum ella einum stórum valstaði í økinum, áðrenn úrslitið verður almannakunngjørt.

Grundgeving
Eitt og hvørt val eigur at kunna vera persónligt og loyniligt, men nøkur valstøð eru so smá, (hava so fáar veljarar), at hetta ikki letur seg gera. Tá úrslitini frá teimum smæstu valstøðunum verða almannakunngjørd, er tað lítil og eingin trupulleiki at finna út av, hvat hvør einstakur veljari hevur valt.
Hetta er sera óheppið, tí veljarin á henda hátt ikki kann sigast av hava møguleika fyri loyniligum vali.
Hetta førir við sær, at veljarin ikki kennir seg frítt stillaðan, tá hann skal velja, og kanska kennir seg noyddan at velja ímóti síní hugsan og sannføring.
Veljarar á teimum smáu valstøðunum vita at siga frá, at teir eru lagdir undir trýst og ákoyringar frá valevnum, tá valúrslitini eru almannakunngjørd.
Útoyggjafelagið hevur fingið fleiri áheitanir av útoyggjunum og teimum smáu plássunum um at viðvirka til at fáa hetta broytt beinan vegin, so løgtingsvalið komandi verður tað fyrsta, har valúrslitini frá teimum smæstu valstøðunum ikki verða almannakungjørd hvørt sær, men í einum størri høpi.
Við vón um positiva móttøku
Vinarlig heilsan
Óla Jákup úr Dímun, formaður
04-02-2010
