Luttøka & fólkaræði 19. november

Nov 4, 2009

Ráðstevna við heitinum Luttøka og fólkaræði, verður á Hotel Hafnia, hósdagin kl.13 - 16.30.

Hvat snýr ráðstevnan seg um?

Ráðstevnan skal lýsa møguleikarnar hjá útoyggjunum at fáa gagn av tí  menningararbeiðið, ið ætlandi skal fara fram í Føroyum komandi árini.

Kjakið sum í løtuni er á politiska pallinum snýr seg m.a. um at skipa  Føroyar í størri kommunalar eindir við tí endamálið, at: “skunda undir  at stovnseta burðardyggar kommunueindir, ið kunnu ganga á odda at  tryggja eina framhaldandi menning úti um landið og tryggja, at menningin  er kjølfest á staðnum heldur enn at verða stýrd úr erva av  landsmyndugleikunum”. (Brot úr nýggja kommunuálitinum)

Í nýggja kommunuálitinum stendur eisini, at tað ikki verður tilmælt, at  útoyggjarnar koma undir nakra sers-kipan, hóast hesi økið eru í einari  serligari støðu, men at útoyggjarnar vera lagdar í tær nýggju  kommunu-eindirnar. Røddir hava verið frammi um, at ein serskipan kundi  fevnt um, at útoyggjarnar vera lagdar saman undir landið, at umsita.

Ein menning, ið er kjølfest á staðnum krevur dygga lokala luttøku. Í  kommunuálitinum verður víst á, at kommunurnar kunnu tryggja hetta við at  brúka lokalar nevndir, eins og tað verður gjørt í løtuni.

Tað er eyðsýnt, at tænastustøðið í nýggju kommunueindunum verður ymiskt,  men sum sagt verður í kommunuálitinum “hettar skapar kapping millum  kommunurnar og fólk kunnu flyta higar tænastustøðið hóskar best til  teirra tørv”. Á útoyggj er tænastustøðið sera lágt, tí kann júst hetta  við kappingini gerast ein stór avbjóðing.

Málið við ráðstevnuni er m.a. at koma nærri einum svarið upp á hesar spurningar:   
1. Í hvønn mun kunnu størri kommunalar eindir tryggja menning á útoyggj, hvørji ítøkilig stig vera sett fram í hesum førum?

2. Hvat er tað fyri serskipan fyri útoyggjarnar, ið hugsa verður um, men ikki tilmælt í nýggja kommunuálitinum?

3. Hvønn leiklut kemur landið at hava, tá ábyrgdin av at menna smáplássini verður løgd undir nýggju kommunueindirnar?

4. Er lokal luttøka og fólkaræði tryggja við at tað verða settar lokalar nevndir? 

5. Tá tosa verður um burðardyggleika í nýggja kommunuálitinum, er tað  fólkaræðisligur burðardyggleiki ella fíggjarligur- og fakligur  burðardyggleiki?  

6. Í hvønn mun ávirkast sosiala og mentanarliga tilfeingið av at tí  tænastustøðið, ið verður útboðið á útoyggj –  og hvussu skal kappingin  um tænastur tulkast í mun til útoyggjarnar?

Tey sum koma at geva boð upp á svar til nevndu spurningar vera:  

Hilmar Høgenni, deildarstjóri, Innlendismálaráðið
Eyðun Christiansen, ráðgevi, Føroya Kommunufelag
Dennis Holm, leiðari, Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning. 
Harry Jensen, borgarstjóri, Skúvoy
Esbern í Eyðansstovu, limur í lokalu nevndini fyri Mykines
Eyðun Eliasen, limur í lokalu nevndini fyri Trøllanes
Herborg Nyholm Debes, útbúgvin innan burðardygga umhvørvisstýring.

Ætlanin er, at dagurin skal enda við einum munadyggum kjaki, framtíðini á útoyggj til frama.

Ráðstevna:  Útoyggjar - luttøka & fólkaræði

SKRÀ
13.00 Vælkomin: Stutt lýsing av støðuni á útoyggj
13.10  Hilmar Høgenni, deildarstjóri, Innlendismálaráðið: Kommunuálitið við atliti til kjakið um útoyggjarnar.
13.30 Eyðun Christiansen, ráðgevi, Føroya Kommunufelag: Fólkaræðisligur  burðardyggleiki ella fíggjarligur- og fakligur burðardyggleiki?
13.50  Dennis Holm, Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning: Økismenning, ein spurningur um luttøku?
14.10  Kaffi
14.30 Harry Jensen, borgarstjóri, Skúvoyar kommuna: At leggja saman og hvat so?
14.50 Esbern í Eyðansstovu, Mykines og Eyðun Eliasen, Trøllanes: Leiklutur og úrslit hjá staðbundnu nevndunum.
15.10 Herborg Nyholm Debes: Almenna, kommunala og privata tænastustøðið í útoyggjum sæð í mun til staðbundna sosiala og mentunarliga tilfeingi.
15.30  Kjak og tilmæli til politisku skipanina