Í gjár var enn ein fundur hildin í Mykinesi, at fyrireika útoyggjastevnuna. Umfram hetta var umboð frá Útoyggjafelagnum og kunnaði um tiltøk hjá Útoyggjafelagnum.
Í sólini í Mykinesi í gjár, hittust bygda- og avbygdafólk, at umrøða útoyggjastevnuna. Skráin sum nú fyriliggur var gjøgnumgingin, og eitthvørt var lagt afturat. M.a. fer hornorkestri í Sørvági at spæla til setanina av stevnuni. Tað verður nógv at gera hjá mykinesfólki tær komandi vikurnar. Um veðrið verður gott, kann roknast við, at uml. 1000 fólkum. Hetta krevur nógv av samferðsluni umframt at matur skal vera til øll. Øll eru samd um, at veðrið er alt avgerandi fyri um tiltakið eydnast.
Umframt útoyggjastevnuna, so greiddi samskiparin í felagnum, Olga Biskopstø frá ymiskum verkætlanum, ið felagið arbeiðir við, m.a. Economuseeum, ið fer av bakkastokki longu í juli. Felagið fer tær komandi vikurnar at vitja hinar útoyggjarnar, fyri at kunna um vinnutiltøk og annað, sum felagið abreiðir við.
