Í vikuskiftinum 3. og 4. september skipar Útoyggjafelagið fyri verkstovu á Kokkaskúlanum í Klaksvík. Titakið er partur av verkætlanini Nordic Delight og Slow Food. Anne Sirir Branderud, út Norra, ið stendur fyri Nordic Delight verkætlanini, kemur at luttaka á verkstovuni.
Á skránni er m.a. at brúka føroyska rávøru í framleiðslu av vørum til ferðavinnuna, tiltakið nevna vit "matur sum ferðaminnir". Málið er at menna 5 nýggjar vørur, sum kunnu fara í framleiðslu, soleiðis at hesar vørur eru á marknaðinum komandi summar.
Hin parturin av verkætlanini er Slow Food tiltakið. Her arbeiða vit við at menna nýggjar rættir úr siðbundnari rávøru. Vit eksperimentera og royna okkum fram, við tí tí rávøru við kunnu skaffa í bø, haga, í fjøru og á sjónum. Málið er at gera mat, ið er reinur og smakkar væl við teimum rávørum, ið eru í nánd.

