Nordic Delight – verkstova

Aug 18, 2008

Í hesu vikuni, far Útoyggjafelagið vitjan av Anne Siri Brandrud og  Hanne Frosta úr verkætlanini Nordic Delight í Noregi. Tær fara at hava  eina verkstovu í “vørumenning”, hósdagin 21. og fríggjadagin 22. august.

Tey, sum hava tekna seg til verkstovuna, fáa høvi at læra, hvussu til  ber at menna nýggjar og øðrvísi vørur burtur úr traditionellum rávørum  og tilfeingi í nærumhvørvinum. 

Verkstovan verður løgd soleiðis til rættis, at luttakararnir sjálvir fáa  til vega rávøruna og menna hugskot um, hvussu hon kann gagnnýtast.  Verkstovuleiðararnir hava hollan kunnleika til framleiðslu og  kokkakynstur, m.a. fekk Hanne Frosta fyri kortum heiðurstekin fyri at  vera besti norski kokkurin, ið gagnnýtir lokalar rávørur. 

Tá verkstovan endar, verður eitt tiltak, har úrslitini verða sýnd fram.

Henda verkstova er partur av verkætlanini Nordic Delight, ið  Útoyggjafelagið er boðið at luttaka í. Verkstovan hevur sum endamál at  kunna um Nordic Delight og harvið gera okkum betur før fyri at taka  støðu til luttøku. 

Vit fara at nýta køkin í Kokkaskúlanum í Klaksvík til endamálið, og  málið er, at hvør einstakur luttakari far høvi at spenna seg út og gera  royndir. Hetta ber eisini við sær, at luttakaratalið er avmarka. Málið  er, at tey sum luttaka, koma at læra frá okkum í einum øðrum høpi.

Hvat er NORDIC DELIGHT?



Nordic Delight - er ein verkætlan, ið hevur tað endamál at skapa nýggj  netverk og nýggjar samstarvshættir, sterkan samleika og at gagnnýta  virðini í nærumhvørinum. Málið er at hava eitt úrval av fyritøkum í  Føroyum, Íslandi, Noregi, Svøríki og Finnlandi, ið skulu samvinna um at  skapa nýggjar tænastur og nýggjar vørur við høgari góðsku, ið hava røtur  í norðurlendsku bygdasamfeløgunum, at nýta í einari framkomnari altjóða  ferðavinnu 

Lyklaorð í Nordic Delight
Virðing – har hvør einstakur er sinnaður at geva og taka ímóti 
Upprunaskapur – greiður avsendari, persónligheit, hiti, sereyðkenni, eindømi og samleiki. 
Áhugi og samstarv – smá vinna og íverksetarar í netverki. 
Opinleiki mótvegis umheiminum – útjaðari/miðstaður og lokalt/globalt
Umsorgan og ábyrgd í umhvørvismálum, vistfrøðilig ferðavinna
Image – marknaðarføra samleika og virðir í smáu útjaðarasamfeløgunum í Norðurlondum
Kunning – skapa kunnleika til smápláss í Norðurlondum, ið eru verd at vitja

- NORDIC DELIGHT er ein pilotverkætlan, ið byggir á netverkshugtakið og  skal menna smávinnu, tænastur og vørur í norðurlendskum smábygdum. Við  framferðarháttinum “Image Vision” granska, lýsa og menna vit ymiskleika  og samleika. Hetta skal geva teimum, ið luttaka, førleika til at gera  egnan mátt og møguleikar sjónligar og geva førleika til at kunna um  vitjanarmál, støð, samleika og virðir.  

- Landafrøðiliga økið, ið NORDIC DELIGHT fevnir um, eru tær søguligu  “finnbygdirnar” í Svøríki, Norra og svenskbygdir í Finnlandi, og Føroyar  og Ísland. Hóast ymiskleika í hesum økjum, eru nógv felagseyðkenni,  bæði í náttúrutilfeingi, mentan og siðvenju.  

- NORDIC DELIGHT er samstarv millum eitt avmarkað úrval av smávinnu og  smávirkjum. Samstarvið skal menna hesi virki til at kunna bjóða  hávirðisvørur og tænastur í einari alsamt øktari og kræsnari altjóða  ferðavinnu. Men samstarvið skal eisini lata upp fyri íverksetarum og  virksemi innan fyri aðrar greinar, eitt nú listafólk, handverk, søvn,  áhugafeløg, gistingarhús, matstovur, sniðgevar, o.fl.  

- NORDIC DELIGHT skal manifesterast í 2009, og tað verður gjørt við hátíðarhaldi og tiltøkum í øllum luttakaralondunum. 

Hvar skalt tú møta NORDIC DELIGHT
      - Stað: á smáplássum og í útjaðaranum 
      - Gisting: gistingarhús, bit og ból, bóndastovum.  
      - Máltíðir: matstovu, cafee, handli og marknaði o.ø.  
      - Tiltøk: ríða, ganga, rógva, framsýning, sjónleik, tónleik o.a. 
      - Vørur: tinganest, bøkur, myndir, handverk, heimavirki, tónleikur, list o.a. 

At virðismenna merkir: at vita, hvør tú ert, at bjóða til samstarv og  upplivingar, at hava samkenslu og vera hjálpsamur, at kenna tørv og  væntanir hjá teimum vitjandi. Knýta vinabond og skapa góðar upplivingar.  Vit gera tað heima og kunnu eisini gera tað í almenna rúminum, har  gestirnir eru ferðafólkið.  
________________________________________
Verkætlanarleiðari er: Lena Hellström Sune Högberg Himlajorden AB  Ramshyttan 713 91 Nora. Tel 019-284060 info@himlajorden.se  www.himlajorden.se