Í Góða veðrinum í dag, savnaðust fleiri enn 200 fólk í Mykinesi, at luttaka í áhugaverdu og spennandi tiltøkunum, í dag 23. og í morgin 24.mai. Tað er Kunningardiskurin á Flogvøllinum, Kristianshús og Sørvágs kommuna, ið hava fyriskipa hetta mentanar vikuskifti í Mykinesi.



Silja og Brynhild hava siglt í "pendulfarti" allan dag, fyri at fáa øll tey vitjandi út í oynna. Dagurin hevur verið sera væl eydnaður, ikki bara tí at veðrið hevur verið av tí allar besta, men eisini tí, at tiltøkini hava verið áhugaverd.
M.a. hevur verið Fólkafundur, hugleiðingar um Mariu Skylv Hansen, listaframsýning og annað.
Í Kristianshús hevur verið borðreitt við enskum búffi og seinni í kvøld verður dansur, har Tey á Kamarinum spæla, so kvøldið er ungt og uttan iva fer dansurin at vara til tann ljósa morgun.
