Nú nærkast Útoyggjastevnan

Jun 10, 2009

20.  juni verður Útoyggjastevnan hildin í Mikladali og á Trøllanesi. Um  veðrið verður til vildar, væntar Útoyggjafelagið nógvar gestir. Tað eru  íbúgvarnir í Mikladali og á Trøllanesi, ið fyriskipa tey tiltøk, sum eru  á skránni.

Í løtuni sær skráin soleiðis út. Tað kunnu koma smávegis broytingar í  klokkutíðirnar, og onkur tiltøk kunnu koma afturat á skránna.

Leygardag 20. juni. í Mikladali
09.00 – 10.00 Morgunmatur í Avhaldshúsinum
11.00            Útoyggjafelagið hevur aðalfund
12.00 – 13.30 Suppa í Avhaldshúsinum
13.30 -          Framsýning í skúlanum í Mikladali
13.30 -          Gunnvá við Keldu, borgarstjóri, setur stevnuna, aftaná verður tog-togan     o.a.

15.30     Farið verður norður á Trøllanes

Tiltøk á Trøllanesi:
16.00    17 Sangarar syngja.
16.30    Øssur Winthereig heldur røðu
17.00    Økisminking í 10 ár” kjakfundur um gongdina á útoyggj. Á  fundinum luttaka Johan    Dahl og Bjørt Samuelsen, sum politisk umboð,  umframt samfelagsfrøðingur, ungdómur, umboð fyri ferðavinnuna og ein  búsitandi á útoyggj. 
18.00    Framsýning av gomlum myndum aftur til 1930. Um fólk og mentan á Trøllanesi 19.30    Kvøldseta við røðu og felagssangi
21.00 – 22.00    Fráferð

Kl. 22.00    Skipar bygdarfelagið Sigurðsglæman á Húsum fyri dansi á bryggjuni á Syðradali.