Nýggj verkætlan

Feb 2, 2007

"Economusée" ein øðrvísi loysn

Í okkara grannalondum, eins og í Føroyum hava vit áhaldandi tørv á at  spyrja, hvussu vit kunnu gagnnýta okkara ríku mentan og handverkliga  siðaarv til frama fyri vinnuligt virksemi og búskaparligan vøkstur?

Í verkætlanin “Economusee” verður tað júst sett fokus á vinnu og  mentan, og av royndum vísir tað seg, at hetta tiltak megnar at gagnnýta  tað tilfeingið, sum m.a. er í útjaðaranum, til at fremja burðardygga  vinnu, ið gevur gott fíggjarligt avkast. 

Verkætlanin byrjaði í Kanada fyri 20 árum síðani, og fevnur í dag um  42 virkir í útjaðaranum, ið øll kasta væl av peningi av sær. Tað er júst  tey góðu úrslitini í Kanada, ið hava kveikt áhugan fyri at royna hesa  loysnina í okkara økið, sum í hesi verkætlan fevna um: Føroyar, Ísland,  Norra og Norður Írland. Tað er gjørd avtala við leiðsluna í Kanadiska  felagsskapinum “Economusée”, at tey veita ráðgeving og serkøna hjálp, um  so er at henda verkætlan gerst veruleiki.

Hvat er so tað, ið er so serligt við júst hesari verkætlan? 

Hugskotið sprettir úr tí veruleika, at tað serstakliga í útjaðaranum  finnast fólk, ið fáast við handverk og heimavirkið, og at hetta virksemi  ofta byggir á gamla siðvenju og tilfeingið í lokaløkinum. Fyri tey  flestu er hetta ein dagdvølja, ella eitt virksemi, ið gevur nøkur oyru  afturat einum øðrum starvið. Í Economusée ætlanini, verður tað skipað  fyri, at hetta handverk verður umskipað til eina “veruliga”  inntøkugevandi vinnu. Vinnuvirksemi byggir á, at hanverkið gerst partur  av einum tiltaki, har søga, kunning, framleiðsla og handil vera tvinnað  saman til eina handilsvøru. Málbólkurin er í høvuðsheitinum ferðavinnan,  men í Kanada vísir tað seg, at tiltøkini eisini fáa stóra frá  heimamarknaðinum.

Hvussu kunnu vit fáa hetta tiltak framt í Føroyum?

Treytin fyri at Føroyar eru við og harvið fáa ágóða av  verkætlanini er, at vit fáa til vega uml. 350.000,- kr. um árið í 4 ár.  Treytin fyri at fáa pengin frá EU er, at tað almenna í Føroyum rindar  ein part av føroyska kostnaðinum. Útoyggjafelagið arbeiðir í løtuni við  at fáa henda pening til vega, og tað er okkára vón, at tað fer at  eydnast.

Hvør skal fremja verkætlanina

Málið er at Útoyggjafelagið stendur sum ábyrgdari fyri føroyska partinum  av verkætlanini, men hetta skal gerast í samstarvið onnur, herímillum  Samvit, Granskingardepilin fyri økismenning, Gluggaglæmuna, NORA og  møguliga onnur, ið kunnu hava áhuga í at luttaka.

Onnur positiv árin

Tað er ein sannroynd, at fráflytingin frá útjaðaranum er  áhaldandi, og tað er trupult at fáa fólk at støðast, m.a. tí einki  inntøkugevandi virksemi er á staðnum. Hetta sama er galdandi fyri onnur  smápláss í útjaðaranum. Har Economusée eru komin í Kanada, vísir tað  seg, at annað virsemi kemur í kjalarvørrinum, m.a. tænastu virksemi til  ferðavinnu umframt onnur tiltøk, ið serliga eru málrættað til ungdómin,  hetta hevur styrkt búsetingina og økt munandi um trivnaðin í økinum.

Henda verkætlan, kann gerast tað fyrsta stigið á leiðini, at skapa  eitt ítøkiligt og gott vinnuligt tiltak, ið dregur ferðafólk til  útjaðaran. Verkætlanin er í sínum bygnaði sera professionel, og tað er  ein styrki, at hetta er roynt í øðrum landið, við sera góðum úrslitið. 

26-02-2014