29.oktober skipar Útoyggjafelagið fyri Ráðstevnu við heitinum "Luttøka og demokrati". Málið við ráðstevnuni er, at seta kikaran á trupulleikan við lokalari luttøku og demokrati m.a tá kommunur vera lagdar saman.

Á kjakfundinum, sum var á Útoyggjastevnuni á Trøllanesi í juni, lýstu fakfólk, politikarar og fólk av útoyggj nógvar av teimum trupulleikum, ið smásamfeløg hava at dragast við. Ofta grunda hesir á veikar skipanir og vánaliga fíggjarstøðu hjá kommununum men sjálvandi eisini á manglandi landspolitiska støðutakan. Ráðstevnan tekur nøkur av hesum evnum upp og lýsir tey úr ýggjum sjónarhorni.
Ráðstevnan fer at taka spurningin upp um kommunusamanlegging, og um tað kundi verið eitt gott hugskot, at lagt útoyggjarnar undir landið, og laga búskap og tænastur eftir einum leisti, ið ger tað møguligt at menna útoyggjarnar.
Nú álitið um kommunusamanlegging er kunngjørt, hevur Kommunusamskipan Føroya nevnt henda møguleika, og Útoyggjafelagið tekur fult undir við, at hesin møguleiki verður kjakaður.
