At seta gerð av nýggjum ella dagførdum útoyggjaáliti á breddan, er fyri Útoyggjafelagið eitt tekin um vilja til loksins at taka støðuna á útoyggj í álvara. Ella, tað vónar felagið í øllum førum.
Orð uttan handling nytta einki, tí tá er arbeiðið burturspilt.
Tey í Skúgvi hava rætt í, sum tey siga í Breddanum, at tað gamla álitið lýsir stórt sæð øll viðurskiftið á útoyggjunum og vísir á eina røð av ítøkiligum loysnum uppá trupulleikar, ið útoyggjarnar dragast við. Men hóast tað, so er lítið og einki hent hesi 22 árini síðani Útoyggjaálitið bleiv skrivað, og tað, hóast Útoyggjafelagið og útoyggjafólk hava hildið politisku skipanina til eldin.
Tí er heldur onki løgið í at fólk ivast í virðinum av einum nýggjum ella dagførdum útoyggjaáliti, og sum onkur sigur, so kann hetta enn eina ferð verða ein undanførsla til framhaldandi onki at gera.
Grundgevingin hjá Landsstýrismanninum Bjarna Kárason Petersen, fyri at fara undir at gera nýtt álit er, at samgongan hevur sett sær fyri at styrkja møguleikarnar hjá útoyggjum at mennast. Og tað er rætt, at gamla útoyggjaálitið var ein góð støðulýsing og sera væl grundað, men tíðin er runnin, og broytingarnar hava verið stórar í samfelagnum.

