Pensjónistar mist avslátturin

Dec 3, 2007

Hvat sigur landsstýrismaðurin í útoyggjamálumÚtoyggjafelagið hevur sent Heðin Zachariassen, landsstýrismanninum í  útoyggjamálum, fyrispurning um, hvat hann ætlar at gera við málið um  ferðaavslátturin til tyrluflúgving, ið er strikaður hjá pensjónistum.  Tað er Innlendismálaráðið (IMR), ið umsitur Strandferðsluna, ið aftur  umsitur tyrlusáttmálan, so Útoyggjafelagið metir, at tað er hjá IMR at  endaliga ábyrgdin liggur. 

Sosialurin skrivar í dag, at pensjónistar hava mist ferðaavslátturin við  tyrluni. Hetta rakar sjálvsagt pensjónistarnar á útoyggj meinast. Av tí  at ongar heilsutænastur eru á útoyggj, eru teir noyddir at fara inn á  meginøkið til m.a. lækna, tannlækna, o.l., tá er aloftast neyðugt at  nýta tyrluna, tí farleiðin sjóvegis er trupul, svikalig og á einstøkum  plássum als ikki til staðar vetrarhálvuna. At ferðast við tyrluni er  sera kostnaðarmikið. Hetta er bert enn eitt dømi um, hvussu truplar  liviumstøðurnar eru hjá teimum, ið búleikast á útoyggj. Tá hugsa verður  um at næstan ongar almennar tænastur eru á útoyggj og hvat kostnaðurin  er fyri at koma inn á meginøki fyri at gera nýtslu av teimum, kunnu vit  ikki siga annað enn, at tað verður gjørdur mannamunur í landi okkara.  

Áki Bertholdsen, blaðmaður skrivar m.a. soleiðis í grein sínari: 

Sosialurin, 02. des 2007, 16:00
Taka avsláttur frá pensjónistunum 

Serliga eru pensjónistar á útoyggj hart raktir. Eftir øllum at døma  er tað einskiljingin av Atlantsflogi, sum nú gevur pensjónistum ein  frammaná.

Í nógv ár hevur ein skipan verið galdandi, har pensónistar fáa 50% í avsláttri, tá ið teir ferðast við Strandferðsluni, Bygdaleiðum og tyrluni hjá Atlantsflogi. Sum prógv um, at teir hava rætt at ferðast fyri hálvan prís, hava  pensjónistarnar fingið sendandi avsláttarkort frá Almannastovuni, sum  teir skulu vísa fram, hvørja ferð, teir keypa ferðaseðil á einum skipi hjá Strandferðsluni, einum bussi hjá Bygdaleiðum ella við tyrluni. 

Nú um dagarnar hava pensjónistarnir aftur fingið nýtt avsláttarkort sendandi og tað hevur fingið nógvar pensjónistar at undrast. Tað, sum serliga hevur ørkymlað teir, er, at nú stendur bara á kortinum, at tað gevur 50% í avsláttri frá Strandferðsluni og Bygdaleiðum. Hinvegin er tað strikað út við svartari tussj, at tey eisini hava fáa til avsláttur við tyrluni.  Tað er rættiliga dýrt at ferðast við tyrluni, afturímóti við Strandferðsluni og bygdaleiðum og tí er hetta nakað, sum rakar pensjónistar rættiliga meint. Serliga rakar hetta pensónistar á útoyggj hart. Á útoyggjunum er vanliga myndin tann, at har 
er stór yvirvág av eldri fólki og pensjónistum. Samstundis hevur tyrlan ógvuliga stóran týdning fyri ferðasambandi hjá útoyggj við meginøkið, tí ferðamannaskipini sigla sjáldan, eru lítil og ofta er veðrið ótespuligt. 

Tað hevur gingið strilti at finna útav, hví pensjónistarnir nú brádliga hava mist avslátturin við tyrluni. Men tað, vit fyribils hava fingið uppspurt, er, at tað er Atlantsflog, sum av sínum eintingum hevur tikið avslátturin av og hevur givið almannastovuni boð um hetta. Almannastovan hevur so borið boðini víðari til pensjónistarnar og hevur sent teimum nýtt 
asvláttarkort, har tað er strikað út, at tey eisini hava rætt til avsláttur við Atlantsflogi. Tað, vit hava fingið at vita, er, at frágreiðingin, sum Atlantsflog hevur uppgivið, er tann, at nú felagið er einskilt, ber ikki til at hava eina slíka avsláttarskipan. 
Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Magna Arge, stjóra í Atlantsflogi. Men um ein tíma hava vit eina viðmerking frá Hans Paula Strøm,  landsstýrismaður í almannamálum, sum ikki góðtekur støðuna uttan víðari  og fer at seta fólk í fyrisitingini at kanna málið beinanvegin  mánamorgunin.

© Áki Bertholdsen - Sosialurin

26-02-2014