PISA og smáir skúlar

Dec 10, 2007

Ein undanførðsla, at lata smáar skúlar aftur fyri at hækka fakliga støði.

So hoyrdu vit tað enn eina ferð – smáu skúlarnir mugu lata aftur,  fyri at geva børnunum betur undirvísingartilboð. Hugflogið tykist oftast  ikki at røkka longur enn til hesa einu niðurstøðuna, sum er “riggar tað  ikki, so legg saman”.
Tá umræður smáar skúlar, er tað ikki trupulleikin, at skúlin liggur í  einari lítlari bygd. Trupulleikin er skipanin av skúlanum. Vánaliga PISA  úrstlitið var fyri alt landið, tvs. eisini teir stóru skúlarnir  dumpaðu. Hetta eru stórir skúlar, ið skuldu havt allar fyritreytir fyri  at framleiða dugnaligar næmingar, tí fakliga orkan er tøk, serhølir,  bókasøvn, fimleikarhallir og alt tað sum skal skapa ein góðan skúla. Men  úrsltið er ikki nakað at reypa sær av. 

Hvat so við smáu skúlunum. Teir mangla fakligt fjølbroytni, ser hølir,  fimleikarhøll, bókasavn o.a. Men hvussu nógv verri eru hesi børnini  fyri?  kanska eitt lítið vet verri, hóast truplu umstøðurnar. Tí kann  niðurstøðan eins væl vera, at vánaliga úrslitið botnar í fakligu  umstøðunum,  heldur enn støddini á skúlanum. 

Útoyggjafelagið hevur í fleiri ár, heitt á Mentamálaráðið um at gera  eina nýggja skipan fyri smáu skúlarnar.  Talan er um eina broyting í  bygnaðinum, við at fara frá at vera skúlar við einum lærara, til at  gerast partar av størri skúla. Fakliga skal skúlin skipast soleiðis, at  umframt fasta læraran, vera vandrilærar, skeið undirvísing,  fjarundirvísing og samstarv um verkætlanir millum børnini í minna og  størra skúlanum.  

Hesin nýggi háttur at skipa bygdaskúlan, tekur hædd fyri, at børnini fáa  góðan fakligan førleika umframt at knýta sosial bond tvørtur um bygda  og oyggja mørk. Netverk og fjølbroytt frálæra, verða lyklaorð í nýggju  tíðini, og tað verða slíkir førleikar, ið koma at verða eftirspurdir hjá  komandi ættarliði, og júst slíkir eginleikar kunnu spyrjast burtur úr  nýggja skúlabygnaðinum.  

Vit hesi broyting av bygdaskúlanum, kann hugsast, at fólk í býnum heldur  vilja flyta á bygd fyri at geva barninum tann besta førleikan,  og  foreldur á smáplássunum vilja støðast betur, tí tey vera trygg við  skúlan. Tí kann eitt slíkt tiltak vera eitt av fleiri  økismenningartiltøkum, ið kunnu menna útjaðaran í Føroyum, øllum  landinum at frama.

04-02-2010