Ráðstevnan Luttøku og demokrati, er flutt til november. Orsøkin er, at júst henda dagin er orkuráðstevna í Kambsdali, og Útoyggjafelagi er boðið við, at greiða frá grønari orku á útoyggj. Vit hava valt at takka ja til hesa innbjóðing, tí Útoyggjafelagið er í ferð við at menna verkætlanina Grønar útoyggjar, ið skal virka fyri, at allar útoyggjarnar í framtíðini fáa sína orku frá burðardyggum orkukeldum.

Í næstu viku verður kunngjørt hvønn dag ráðstevnan um luttøku og demokrati verður. Tá verður eisini nærri kunning og skáin kunngjørd.
