Røða hildin á fólkafundi á Útoyggjastevnu á Mykinesi 2008

Jun 30, 2008

Røða í Olga Biskopstø, samskipari og nevndarlimur Í Útoyggjafelagnum helt á fólkafundi í Mykinesi á Útoyggjastevnuni 2008

Gott fundarfólk

Eg lá á sjúkrahúsinum, hevði átt mítt fjórða barn. Í songini yvir av, lá  kona, við nýføðingi í arminum. Hetta var tað triðja hjá henni.  Á  stakkals barn segði hon við meg. Hví sigur tú stakkals, spurdi eg. Jú,  sært tú, tú kanst ikki elska hatta barni tú hevur fingið, tí okkara  kærleiki røkkur bara til trý børn,  hetta veit eg frá mammu míni, hon  fekk 11.  Eg fekk ikki orðið upp, helt tað vera øgiliga synd, at hava  ein sovornan hugburð. 

Henda uppliving rennur ofta fram fyri meg, at tað veruliga eru  menniskju, ið ikki megna at fevna um ov nógv, kanska tí tey hava fingið  mein í sálina, ið bindir tey niður. Eg eigi 8 børn, og elski tey øll  líka nógv, onnur eiga fleiri og elska tey øll, so uppáhaldi er ikki rætt  ella “busted” sum tey ungu málbera seg.  

Men hetta - ikki at megna at elska øll síni børn, kunnu vit samabera við  hetta landið, við hesar 18 oyggjar, sum eg vil kalla børn okkara. Er  tað ikki eitt armóðstekin, ella sjúkutekin, ikki at kunna elska tær  allar. At stoyta nøkur av hesum børnum frá okkum, tí tey ikki geva nóg  mikið?

“Her eg standi, úti í haganum – millum fjals og fjøru – við tí velduga  havi í allar ættir, her skuldi hugurin hevja seg upp um alt smátt og  nívandi, verða tvigin reinur í náttúrunar døgg, og aftur av fólkafundi  skuldi fólkið koma glatt og fegið.” segði Hans Andreas Djurhus á  fólkafundi í Kunoynni í 1932. Hann segði eisini, at “ her við havsins  ystu strendur, vit, sum eru minsta fólk Norðurlanda, hava dýrar gripir í  varveitslu , so dýrar gripir, at um vit í gáloysni tveita teir burtur  ella lata teir av hondum, tá verður tað okkum at deyðameini. 

Og tað eru júst hesir dýrgripir, ið vit sleppa okkum av hondum, um vit  ikki taka okkum um reigg. Um vit, fólki í hesum landið, ikki venda  hugsanini, frá eintáttaðari staran eftir tí, sum er stórt og fremmant,  til at síggja tað, ið er beint her - og taka vara av tí.   

Vit kenna øll søguna um rekatræði, døglingin og súluna. Hvussu  mykinesmenn speiróku og lótu hánt um hetta tilfeingi, ið Gásadalsrisin  Tóri Rami lovaði í álmussu. Men tá bæði rekatræði og døglingurin hvurvu,  vóru menn noyddir at taka annað skinn um bak, soleiðis at seinasti góði  luturin, Súlan ikki hvarv, tí  verður enn tann dag í dag sagt “Súlan er  góð”.  

Henda søgan er bert ein áminningin um,  at vit skulu vera nøgd og  takksom fyri tað vit eiga. Um rekatræði er krókut og døglingurin ljótur,  so ber til at fáa nakað munagott burtur úr. 

Nýhugsan ella innovatión, sum vit eisini kalla tað í dag – er vorið eitt  mantra, eitt gandaorð. Vit kunnu síggja rekatræði í hesum samanhangi.  Mykinesmenn brúktu tað til at tekja bønhúsið við, men tað var ikki so  væl egna til hetta, tí skeldaðu teir um tað. Heldur skuldu teir gjørt  lampuskermar ella skálir burtur úr, sum teir kundu selt. Og døglingurin,  hann kundi verið seldur í smáum portiónum saman við einari “gourmée”  uppskrift. Og hvør veit, skjótt vera helst vacumpakkaðar súlubryngur at  fáa í Miklagarði.

Hinum gávunum fór gandurin við, men vit falla ikki í fátt fyri tað.  Stundin er komin at ganga nýggjar leiðir.  Tað merkir ikki, at vit skulu  vraka tær gomlu gøtunar, nei tvørtur í móti, vit skulu ganga okkum  langar túrar, og finna kunnleika og mentan í hesum søguslógum, taka tað  til okkara og gagnnýta hetta á leiðini út í tann globala heimin. 

Fyri  22 árum síðan, stóð eg og røddi, júst á hesum staði, her úti í  Klingrugarði. Vit høvdu savna ungdómar úr øllum Føroyum. Um 100 í talið.  Hetta var triðja ári á rað, í Ungdómslandsfelag Føroya, har eg var  formaður, skipaði fyri summarlegu fyri ungdómun úr føroysku  ungmannafeløgunum. Fyrsta legan var í Svínoy í 1983 síðan í Hesti 1984  og so her í Mykinesi í 1985. Og ikki tykkum at siga – vit høvdu nakrar  ógloymandi dagar her í bygdini, og eg minnist, at vit tann seinasta  dagin í felag, reinsaðu og fyltu 100 lundar til døgurðan. 

Nú 22 ár eru liðin, og tá eg lítið meg í kring, síggi eg, at fleiri av  okkum, ið tá sungu og hildu okkum at gleim her í Klingrugarði, í dag  sita og smíða lógir til hetta land, sita í kommunustýrum, eru leiðarar á  virkjum og fyritøkum, eru sjómenn og flakakvinnur, í dag er tað okkara  evni og dugnaskapur, ið skal byggja hetta land.  Og bera vit okkum rætt  at? duga vit nóg væl? Nei ikki altíð. Vit megna ikki til fulnar at taka  okkum av øllum okkara børnum, soleiðis at tey øll hava somu møguleikar  fáa lut í vælferðarkøkuni. Henda køkan, sum í alt ov stóran mun verður  skorin í ov stórar bita, soleiðsi at tað sita nógv og bert fáa molarnar  at leska. 

Ein serlingur í Danmark, nevndur RAV ÁAGE, hevur eitt hondmála skelti í  garði sínum, har tað stendur “Man er aldrig en taber, før man giver op”.  Hesin Rav Áage stríddist í nógv ár, fyri at steðga dálkingini frá  Cheminova. Hetta virki, sum í dag telist millum heimsins reinastu. Hesin  nógv útskeldaði maður, ið stríddist fyri tí hann helt var rætt, hevur  rætt. Hann segði, at viðurskifti menniskjans við náttúruna eru í øllum  lutum samantvinna og natúran og søgan kunnu ikki skiljast sundur, tey  koma bæði fyrst. 

Vit eru í søguni og hon er í okkum, og vit eru í náttúruni og hon er í  okkum, soleiðis hongur alt saman í einum reyðum trá, og tí noyðast vit  at hugsa okkum um, og taka atlit til søguna, náttúruna og okkum sjálvi.  

Vit kunnu til dømis spræna gift á hvannrøturnar í aldargamla  kirkjugarðinum í Mykinesi. Hvannirnar doyggja og koma ongantíð aftur,  men samstundis drepa vit helst einasta livandi dømi í heiminum, um eina  søguliga hending, ið týndi helmingin av fólkinum í Evropa í  1400´talinum. 

Tær mongu hvannirnar eru plantaðar av okkara forfedrum, fyri at verja  eftirkomarnar ímóti svartadeyða. Her gingu náttúra og menniskja hond í  hond, og vit vita í dag, at sevjan úr hvonnini gevur lekibót. 

Her standa vit í heimsins vakrastu náttúru, og vita at tað í  veruleikanum  stendur upp til okkum, hvat skal fáa frið at liva ella má  lúta.

Og soleiðis er tað eisini við spurninginum um útoyggjamenning ella  økismenning. Her fari eg aftur at lána nøkur mergja orð frá Hans Andreas  Djúrhus. Hann segði “vit eru lítið fólk, fáment fólk hava øll tey líti,  ið sermerkja smámenni. Vit eru øvundarsamir, klandrutir, royna at  traðka hvønn annan niður í staðin fyri at lyfta hvønn annan upp. Hetta  fenið, sum vit ferðast í, er okkum so kært, at vit ikki kenna trongd til  at hyggja at glæmuni, sum gyllir tindarnar í erva – og sjálvandi kenna  vit heldur onga trongd at koma upp hagar”. 

Og tað er so satt sum tað er sagt. Skulu vit koma framá, máa vit standa  saman, gleðast yvir tað góða, og standa øksl móti øksl og lyfta tað  byrðar, ið skulu fáa heimin at gagna øllum. Við at samskifta, semjast og  royna at skilja hvønannan – loyva vit ymiskleikanum at blóma, og tá  koma vit framá. 

Eg fari at enda við tveimum setningum, ið eg fekk til gávis frá ungari  gentu í Skúgvi fyri kortum. Eg bað hana siga mær hvat tað var, sum hon  helt var so serligt við útoyggjunum. Hon svaraði: 

“Vit eru tað sum føroyingar innast inni vilja vera - og vit eru tað sum restin av Føroyum hevur mist” 

Við hesu skilagóðu og jaligu eygleiðing fari eg at takka fyri meg, og  minna á, at eingin hevur tapt, fyrr enn hann hevur givið uppat at  stríðast. Takk fyri.

Olga Biskopstø
samskipari í Útoyggjafelanum