Sam siglir ikki – Sam siglir – Sam siglir ikki

Feb 3, 2009

TTað  er ein sera ørkymlandi støða, ikki at vita nær Sam siglir. Hesar  umstøður hava kalsoyingar liva við nú í longri tíð. Fleiri hava gørt  vart við sína ónøgd, bæði hjá Strandfaraskipum Landsins og hjá hægri  myndugleikum. Men hetta tykist ikki at hjálpa. 


Tað gav at býta nú í vikuni, tá familjurnar í Kalsoy høvdu bílagt  atgongumerki til ein barnasjónleik í Havn. Øll halda væl standa til og  gleða seg til at fara. Dagin fyri kemur so lýsingin í útvarpinum “Sam  siglir ikki” .. Nú er neyðugt at endurskoða alla ætlanina. Skulu tey  fara, mugu bilarnir inn til Klaksvíkar kvøldið fyri, og eingin bilur  sleppur aftur til oynna, tá tey koma aftur úr Havn. 

Ein slík uppliving øsir fólk, tí alt verður so trupult, men størsti  trupulleikin er, at hetta hendir jamt og samt. Sam verður í heilum tikin  úr sigling, tí hann skal arbeiða fyri privat feløg, ið byggja havnir  o.l. ella hann skal sigla farm. Alt hetta verður gjørt, meðan hann er í  fastari rutu millum Klaksvík og Kalsoy. 

Av tí at tænastustøðið, á flest øllum økjum er vánaligt á útoyggj, er  samferðslan lívæðrin hjá øllum, ið hava valt at búseta seg í hesum  fámentu bygdum, tí er tað so sera umráðandi, at tryggleiki valdar á  hesum økið. Ótryggleiki skapar ónøgd og mistrivnað. 

Samfelagið, politiski myndugleikin og stovnar, sum vara av tænastunum  til útoyggjarnar, hava størri ávirkan á framtíðina enn tey tykjast vera  varug við.