Í morgin verður farið burtur á heiði at skera torv í Svínoy. Umframt torvskurð verður eisini ein framsýning og frásøgn um torvskurð, í søguligum baksíni.
Framsýning og frásøgn um torv og torvskurð í Svínoy. Á framsýningini eru m.a. amboð, ið eru brúkt í torvarbeiði og myndir frá gamlari og nýggjari tíð, umframt eldri filmar um torvarbeið.Farið verður eisini burtur á heiði at skera torv, og har verður eisini frásøga. Tiltakið verður í Lærarahúsunum, har eisini okkurt gott føroyskt verður til matnað.Verkætlanin er partur av LIVIND tiltakið, ið Tjóðsavnið umsitur, og partur av Unesco tiltakið fyri at varðveita livandi mentan.Við verkætlanini Torv í Svínoy, verður sjóneykan sett á tørvin á burðardyggari orku á útoyggj, ið kemur í kjalarvørrinum av hesi verkæltan.Tiltakið er alment og ókeypis! Tað er neyðugt at boða frá luttøku á utoyggj@gmail.com ella sum boð á Facebook.
SKRÁ:- Skráin er bert vegleiðandi, tí veðrið hevur nógv at siga. 9:30 morgunmatur10:30 Vit ganga eystur í Langagrønu11:00 Eitt lítið torveyga verður skorið og greitt verður frá um torvskurð. 12:00 ella ikki seinni enn 12:30 verður farið heim aftur. Á leiðini verður greitt frá tí vit síggja, serliga í smb við torv og torvarbeiði.13:00 Miðmáli og torvframsýningin verður alment víst fram við frágreiðing um teir ymsu lutirnar. - Skráin lagar seg eftir veðrinum, soleiðis at vit verða longri úti, um veðrið verður gott. Vegna arbeiðsbólkin.
Sunnvá Asano

