Skrá fyri útoyggjastevnuna 28. juni á Mykines

May 20, 2008

Her er skráin fyri stevnuna. Onkur smávegis broyting kann koma fyri. Ferðaætlanin kemur her á síðuna í næstu viku.


 08.00-04.00
Kristianshús hevur matsølu, heitar rættir, grill, kioskvørur o.a.  Kristianshús hevur skeinkiloyvi til øl og vín. Gjaldast kann við  visakorti.
            
 09.00 – 11.00
Morgunmatur  

10.00 – 21.00
Listaframsýning við S.J Mikines í pakkhúsinum hjá Útistovubóndanum.  Hetta er fyrsta frasýning av S.J.M, í Mykinesi nakrantíð.    

10.00 – 21.00
Kunning um tiltøk hjá Útoyggjafelagnum

11.00 – 12.30
Útoyggjafelagið hevur aðalfund 

12.00 – 
Matsøla. Bygdafelagið skipar fyri sølu av heimagjørdum breyði við føroyskum viðskera, øl, vatn, the og kaffi. 

14.00 – 14.30
Steingrím Abrahamsen setir stevnuna og hornorkestri í Sørvági spælir. 
 
14.30 – 15.30
Togtogan millum útoyggjarnar (ferðasteypið er í løtuni hjá fugloyingum) 

15.00 - 
Fiskibrunnur fyri børn letur upp. Eisini verður kondibingo og  mattombola. gjaldast kann ikki við korti. Tað er bygdafelagið, ið skipar  fyri og far ágóðan. 

15.00- 17.00
Filmsbrot úr Mykinesi verða  víst í skúlanum. Filmsbrotini, sum Regin  Leonsson hevur savnað eru frá 1960 fram til í dag. Filmurin varar ein  tíma og verður vístur kl.15, 16 og 17. 

15.00 – 17.00
Traktortúrar fyri børn.

15.00 – 17.00
Ponyríðing.

15.30 – 17.00
Gongutúrar:
 1. Fornminnagongutúrur í bygdin, Símin Arge greiðir frá. 
 2.  Í S.J. Mikines fótasporum, tað er Kári Svensson, ið greiðir frá. 

17.00 – 18.00
Fyrilestur og kjak um fuglaveiðu í Mykinesi v/ Jens Kjeld Jensen verður í pakkhúsinum hjá  útistovubóndanum. 

18.00- 
Steingrím Abrahamsen : fyrilestur í skúlanum, um staðarnøvn í Mykinesi. 

20.00 – 21.00
Útimøti  við Filadelfia í Tórshavn, Rúni Rasmussen skipar fyri. 

21.00 – 22.00
Fólkafundur við sangi og harmoniku í Klingrugarði. Røðarar: Olga Biskopstø og Búi Brattaberg.

22.00 – 
Føroyskur dansur. Enskur dansur v/ Hallur Joensen & Co.  
 
Peningur sum kemur inn frá øðrum tiltøkum enn  teimum, ið bygdafelagið skipar fyri, fara til at gera spælipláss og  annað til børnini í Mykinesi.
 
Nærri kunning um skránna fæst við at venda sær til Útoyggjafelagið ella  fyrireikararnar í Mykinesi: utoyggj@utoyggj.fo, 757969 ella Esbern í  Eyðansstovu 228185