Avsláttur av ferðaseðlum við tyrluniÚtoyggjafelagið hevur sent Landsstýrismanninum í útjaðaramálum soljóðandi skriv:
2.desember 2007
Innlendismálaráðið
Att: Heðin Zachariassen
Tinganes
100 Tórshavn
Viðvíkjandi: avtøku av avslátturi á ferðaseðlum við tyrluni
Útoyggjfelagið vil við hesum heita á Landsstýrismannin í útjaðaramálum, um alt fyri eitt, at bera so í bandið, at pensjónistar aftur fáa avsláttur av ferðaseðlunum við tyrluni.
Hetta, at Atlantsflog hevur tikið avslátturin av ferðaseðlunum hjá teimum sum flúgva við tyrluni inniber, at pensjónistar ikki longur kunnu flúgva fyri ein lægri kostnað, og tað er sera óheppi.
Grundgeving
1. Tað er óhøgligt at ferðast av útoyggj, serliga um veturin. Tyrlan er eitt gott alternativ, og til tíðir einasti flutningsmøguleiki. Á nøkrum av oyggjunum er tyrlan einasta ferðasambandi til meginøkið.
2. Tað eru nærum ongar almennar heilsutænastur á útoyggj, so fólkið noyðis at fara inn á meginøkið, at leita sær heilsubót, fara til lækna, tannlækna o.a. Tí er tað umráðandi, at ferðaseðlaprísurin er lágur, eins og hann er á fastlandinum. Annars verða tey, sum búgva á útoyggj fyri vanbýtið, í mun til restina av fólkinum í Føroyum.
Vónandi kemur hetta í rættlag alt fyri eitt, soleiðis at útoyggjarnar ikki enn eina ferð verða verri fyri, enn tær longu eru frammanundan.
Við vón um positiva móttøku
Vinarlig heilsan
Óla Jákup úr Dímun, formaður
Olga Biskopstø, samskipari
04-02-2010
