Stuðla sandoyartunnil

Jun 23, 2007

Sandoyartunnil - umvegis Hestoy.

Útoyggjafelagið stuðlar undir tiltakið, at gera undirsjóvartunnil til  Sandoynna. Samstundis er tað ein sjálvsagdur lutur, at hesin tunnil  eisini tekur Hestoynna uppí kervið. Hestfólk eins og útoyggjafelagið  hava gjørt vart við hetta ynskið/kravið heilt frá byrjan av. Fleiri  áheitanir eru sendar Landsstýrismanninum í vinnumálum, og  undirskriftinnsavnan hevur verið við sama endamáli. 

Tunnilin til Hest og Sandoy, kemur eisini at gagna Skúvoy, tí við  hesum far Skúvoy munandi betur samband. Tá nýggjur bátur kemur at røkja  siglingina til Skúvoynna, verður tað laga manni, at fáa vinnuvirksemi í  Skúvoy. So alt um alt fer tiltakið við einum tunnili til Sandoynna, at  gera mun fyri 3 oyggjar og fyri alt landið sum heild. 

Skrivið, ið var sent Landsstýrismanninum í Vinnumálum var soljóðandi: 

Vinnumálaráðið
Tinganes
100 Tórshavn        Klaksvík 23.06.07

Att: Bjarni Djurholm

Útoyggjafelagið vil við hesum, heita á landsstýrismannin í  vinnumálum, um at skipa so fyri, at tunnilin til Sandoynna, um hesin  verður veruleiki, verður lagdur um Hestoynna.

Gott ferðasamband er lívæðrin hjá útoyggjunum, og tá eitt so gott  høvi bíðst, sum ein udnirsjóvartunnil til Sandoynna, er tað einki annað  enn ein vanlukka, um hesin ikki verður lagdur umvegis Hest.

Kostnaðurin er høgu fyri ein slíkan tunnil, og tí er tað sera  upplagt, at Hestur verður ein partur av hesi ætlan, tá nú hetta høvið  býðst. Tann meirkostnaður, ið verður, skal samanberast vit tørvin á  einari nýggjari ferju, bæði íløgu og rakstri, og hædd skal takast fyri,  at farleiðin eisini skal lúka framtíðar krøv, bæði til títtleika og  komfort, eins og lýst í samferðsluætlanini.

Men tann størsti vinningurin, við at knýta Hest upp í tunnilsætlanina  verður, at enn ein oyggj verður knýtt at meginøkinum. Við hesum hevði  Hestoy fingið allar teir menningarmøguleikar, ið ein slík samanbinding  inniber, og tað er ein stórur vinningur fyri bæði tey sum búgva í Hesti,  men ikki minst fyri føroyska samfelagið sum heild.

Við vón um at okkara sjónarmið verða hoyrd.


Vinarlig heilsan


Óla Jákup úr Dímun, formaður 
Olga Biskopstø, samskipari