Suppan var góð

Jul 5, 2010

Sum  sagt frá, so kom grýtan aftur í kók, og suppan hjá Birger Enni var eins  góð og altíð. Hon kom eisini væl við, tí lotið var fríkst og tað gevur  matarlist.

Suppan er eitt dømi um frískar og góðar rávørur, ið vit eiga í okkara  nærumhvørvi, og ikki bert suppan, men eisini annar matur í Hesti  leygardagin vísti, at vit eitt tilfeingi, ið vit skulu hjúkla um. M.a.  var skerpikjøt, knettir, frikadellir, kjøtpylsa, skinsakjøt o.a.  leskiligt at fáa, ið var framleitt í Hesti.