Svínoy má hjálpast

Jan 20, 2009

Svínoyar kommuna, var so óheppin, at fara upp í Klaksvíkar kommunu,  beint áðrenn "skralli" kom. Hetta er sum at keypa sær partapening, beint  áðrenn virkið fer á heysin. 

Tað var ein sera óheppin støða í Svínoyar kommuna kom í, tá hon fyri  kortum fór upp í Klaksvíkar kommunu. Orsøkin til at leggja saman við  Klaksvík var, at betra um umstøðurnar í Svínoy, tí sagt verður, at  størri eindir megna alt betur. Men so var ikki hesuferð.

Samanleggingin hevur ført við sær, at fólkið í Svínoy eru farin frá at  gjalda 16% í skatti, til at gjalda næstan 21,5%. Harnæst er tiltakið, at  byggja eitt sambýli í bygdini strika.

Hvat kann gerast
Tað er lætt at vera eftirklókur, og trupult at broyta verandi støðu.  Fragast man vera, at hyggja frameftir og royna at finna loysnir.

Eitt sambýli er ein sera góð íløga í Svínoy. Hóast røddir eru frammi um,  at hetta er óamannaverk, so er tað ein sannroynd, at talan er um 11,5  arbeiðspláss, og tað er júst tað í bygdini tørvar. Tað er serliga  kvinnurnar, ið fáa møguleikan, og tað stendur ikki á, at fáa hendur á  hesi arbeiðskraft. Somuleiðis er tørvur á røktarplássum í stórt mát í  Norðoyggjum. 

Eitt sambýli í Svínoy er ein góð íløga fyri samfelagið, tí íløgnan  mennir eina oyggj, ið desperat tørvar virksemi og arbeiðspláss, fyri at  yvirliva. Tí hevur landið eina stóra ábyrgd.

Kann Klaksíkar kommuna ikki bera tær lovaðu úreiðlsur, so sambýli kann  byggjast beinan vegin, so eigur landið at traðka til og tryggja íløguna.  

Hetta er ein uppgáva, ið Landsstýrið og Løgtingið eiga at taka í fullum  álvara, skulu vit bert droyma um at varðveita verandi búseting í  Føroyum.