Tyrluflúgving til útoyggjarnar

Apr 20, 2008

Á  tingfundi 15. apríl 2008 setti Olga Biskopstø fram skrivligan  fyrispurning til Landsstýriskvinnuna Helenu Dam á Nestabø, um tyrluflúgvingina til útoyggjarnar. Spurningurin var soljóðandi:Spyrjari: Olga Biskopstø

Svarari: Helena Dam á Neystabø

Spurningur:  
Á tingfundi 15. apríl 2008 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum var soljóðandi: 

Fyrispurningur 

Í hvønn mun hevur Atlantsflog skyldu at røkja tyrluflúgving til útoyggjarnar?      Um so er, at Atlantsflog hevur skyldur, hvat fevna hesar um, og eru tær taðfestar við lóg?      Hvør ásetir ávikavist ferðaseðlagjaldið og farmagjaldið í samband við tyrluflúgving til útoyggjarnar?      Fyriliggur nøkur ætlan um at lækka verandi ferðaseðla- og flutnings prísir?      Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at  tryggja eitt nøktandi tænastustøði í samband    tyrluflúgving til  útoyggjarnar í framtíðini, serliga í mun til einskiljingina av  Atlantsflogi?
Viðmerkingar
Nú eru nøkur ár liðin, síðan tyrlan fór undir at røkja  ferðafólka- og farmaflutning til útoyggjarnar. Hetta hevur verið og er  eitt gott og umráðandi flutningssamband til oyggjarnar, ið annars høvdu  verið avskornar frá meginøkinum ein stóran part av árinum.

Tað eru sera fáar samfelagstænastur og almennar heilsutænastur á  útoyggj. Hetta ger, at tørvurin á at ferðast inn á meginøkið at leita  sær heilsubót, fara til lækna, tann­lækna, banka, keypa o.a. er  samsvarandi stórur. Ferðaseðla- og farmakostnaður hevur tí sera stóran týding fyri húsarhaldið og møguleikarnar at liva og virka á útoyggj. 

Nógv er hent tey seinastu árini við ferðaprísinum í Føroyum, og nógv  ferðast bíligari enn nakrantíð til og frá arbeiði. Hesi fólk fáa bjóðað  ferðatilboð frá heimi sínum og til arbeiðis við ferðakubba og øðrum  líknandi, ið ger tað bíligari. Hesi ferðatilboð kosta ongastaðni í  landinum meira enn 80,- kr. tur/retur

Treyðugt so noyðast útoyggjafólk at gjalda 290,- kr, 260,- kr og niður í  170,- kr tur/retur, tá tey skulu inn á meginøkið. Og hóast henda høga  prísin, so eru tað ikki hesi útoyggjafólk, sum halda rakstrinum av  tyrluni uppi, tí inntøkan, sum Atlantsflog fær burtur úr  ferðaseðlasøluni, liggur um 50.000,- kr. um árið. 

Ferðaætlan og ferðaseðlaprísirnir hjá tyrluni, eru ikki broyttir  nevnivert, síðan tyrlan byrjaði sína flúgving. Øll hesi árini hava útoyggjafólk goldið ein sera høgan kostnað fyri tænastuna, sæð í mun  til, hvat fólk á meginøkinum gjalda fyri flutning til at røkka neyðugum  samfelagstænastum. Nú einskiljingin av Atlantsflogi og harvið  Tyrlutænastuni er byrjað, er tað sera umráðandi at fáa greiðu á, hvussu  henda tænasta verður skipað í framtíðini, bæði viðvíkjandi skyldum og  tænastum. 

Enn er ikki greitt nær fyrispurningurin verður svaraður, men tað er við vissu áðrenn Tingið fer í summarfrí um miðan mai. 

20-04-2008