20.mars var umboðsráðsfundur í Útoyggjafelagnum. Nógv var á skránni og tí var ein heilur leygardagur settur av til fundin.
Hesi evnið vóru til umrøðu:
- Kommunumál (Fólkaræði)
- Skúlamál
- Samferðsla
- Orka
- Framleiðsluhús (matvørulógin)
- Landbúnaðurin (nýggja løgtingslógin um landsjørð)
- Ferðavinna
- Savnandi tiltøk
- Heimasíðan
- Verkætlanir
Øll hesi mál hava týdning, tí tey eru partur av menningararbeiðinum hjá felagnum. Niðanfyri er ein stutt endurgeving av tí sum var umrøtt á fundinum.
Tað er ein sannroynd, at støðan á útoyggj ikki tykist hava nóg høga raðfesting í politisku skipanini. Tað er mest afturgongd, og avtøka av tænastum, ið merkja gerandisdagin á útoyggj.
Kjarnumál, sum eitt nú fólkaræði, skúli og samferðsla, mugu fáast inn í eina greiða og framtíðar rættaða heildarloysn. Fólkaræði er hótt, tí smáar kommunur vera lagdar í stórar eindir, uttan greiða landspolitiska ætlan um, hvussu hesar útoyggjar skulu mennast. Royndirnar higartil vísa, at fólkaræði verður avtikið, tá lagt verður saman, partvíst tí, at staðbundnu nevndirnar slett ikki hava nakra veruliga ávirkan, og m.a. vera gloymdar. Bæði Sørvágs og Tórshavnar kommuna gloymdu at skipa fyri vali til staðbundnu nevndirnar, við seinasta kommunuval. Umboðsráðið hjá útoyggjafelagnum kom til tað niðurstøðu, at einasta loysn uppá trygga umboðan og fólkaræði er, at tað verður valt eitt umboð úr oynni, beinleiðis í býráðið, í størri eindini.
Skúlamál vera nógv umrødd í hesum døgum, og her hevur Útoyggjafelagið eina púra greiða støðu. Børn á útoyggj, skulu ganga í skúla í oynni. Hóast bygnaðurin verður broyttur til størri skúlaeindir, so skal skúladagurin hjá børnunum á útoyggj, vera í oynni. Eitt skipa samstarv millum skúlar er sjálvandi sera týdningarmikið, og at børnini gerast partur í størri fakligari og sosialar eind. Tí er tað eisini alneyðugt, at Mentamálaráðið alt fyri eitt ger eina ætlan fyri skúlan á útoyggj. Ein ætlan, ið tryggjar børnunum best møguliga undirvísing á staðnum, ið gevur rúm fyri alternativum loysnum, og samstarvið, sum eisini merkir at børnini til tíðir eru í skúla á meginøkinum, men uttan at hetta viðførir at børnini vera tvungin inn á meginøkið í fastar tímar, har tað ikki er talan um aðra orsøk enn, at flyta tímar. Tað má ikki latast upp í hendurnar á leiðslunum í størri skúlunum at avgera, hvussu skúlin á útoyggj skal skipast, tí tað kann skjótt máa grundarlagi undan búsetingini á útoyggj, um ikki ein gang skúlin er kjølfestur í oynni.
Samferðslan, var enn eina ferð eitt av nógv umrøddu evnunum á fundinum millum umboðini av útoyggj. Hetta evnið er og verður eitt heitt evnið, líka til hesin trupulleikin er loystur. Semja var um, at samferðslan til útoyggjarnar ikki skal einskiljast. ALLAR útoyggjarnar skulu hava trygd fyri einari góðari almennari samferðslu, eisini Mykines.
Samferðslan skal skipast so effektivt og so bíligt sum til ber. Besta loysnin er at byggja nýggj skip, skræddaraseymaði til Mykines, Skúgvi, Hesti/Koltur og Svínoy/Fugloy. Til samans 4 skip. Høgur títtleiki og komfortur skulu merkja hesa sigling. Øll sigling kann í prinsippinum vera tilkalling, men um summari er best við nøkrum føstum túrum, um atlit skulu takast til ferðavinnuna.
Farmaflutningur skal røkjast við einum skipi, ið verður bygt til endamálið. Hetta skip skal røkja allar útoyggjarnar, og hava pláss til eini 12 fólk. Tí tá kann skipið eisini virka sum avloysara skip. Tað er eisini hugsandi, at hetta skip kann røkja aðrar uppgávur, ið tað verður leiga til.
Tyrlan er í dag ein umráðandi partur av samferðsluni til útoyggjarnar. Hetta samband skal økjast, soleiðis at tyrlan flýgur hvønn dag. Hetta skal skipast sum tilkalling, og flogið verður tí bert eftir tørvi. Til hetta endamál, skal mennast ein teldu-bookingar skipan, ið sjálv ásetur best møguliga tíðspunkti fyri nær á degnum tað verður flogi. (laga til bæði tann ferðandi , tyrlumanning og árstíðina).
Á umboðsráðsfundinum var arbeitt í bólkum, so stundir vóru at fara í dýbdina í teimum ymisku evnunum. Hvør bólkur kom við sínum viðmerkingum til evnini og síðan var kjakast um hetta, tá øll vóru savnað.
Evnini orka, framleiðsluhús, landbúnaður og ferðavinna, hava øll ein felagsnevnara, og tað er “umstøður” at vinna pening á útoyggj. Størsta forðingin í dag, fyri at klára at lívbjarga sær, og sum framvegis er orsøk til fráflyting, er vantandi møguleikin at vinna pening til uppihald.
Oljutunnurnar eru framvegis einasta orkukelda á fleiri av útoyggjunum. Semja var á fundinum um, at so leingi hetta er veruleikin, so ræður um at finna eina skipan, har hetta verður gjørt so høgligt sum til ber fyri borgaran, m.a. at SSL skipar fyri flutningi til dyrnar. Men samstundis var breið semja um, at oljutunnurnar skulu hvørva, og grøn orka setast í staðin, men hetta verður bert gjørt, um almennu myndugleikarnir taka hetta í álvara, og vilja játta pening til royndarverkætlanir og royndarskipanir á útoyggj. Grøn orka, kemur eisini at gagna ferðavinnu á útoyggj, umframt landbúnaðinum og framleiðsluhúsunum, ið alt skal styrkja møguleikan, at framleiða burðardyggar lokalar vørur, úr lokala tilfeinginum.
Í samband við ferðavinnu, var nýggja matvørulóggávan umrødd. Hendan liggur í Føroya Løgtingið bein nú. Útoyggjafelagið heldur, at tað hevur stóran týdning, at tað kemur ein lóg, ið Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann brúka í sínari lóggilding. Eitt nú bíðar framleiðsluhúsið á Stóru Dímun eftir lóggilding, ið fer at geva teimum tann fyrimun, at kunna selja fekst til matstovur og handlar, her heima og uttanlands. Tá má eisini vera gjørligt, at framleiða úr lokalum rávørum, at selja í handlum, sjálvandi við greiðum, men eisini rímiligum reglum. Viðvíkjandi matstovuvinnuni, so vóna vit, at lógin fer at taka hædd fyri útjaðaranum. Tað er vónleyst at fáa fígging til íløgur á útoyggj, tí er tað eisini vónleyst, um krøvini vera so strong at tað krevur dýrar íløgur. Ein matstova í Tórshavn og ein í Skúgvi, hava hvør sítt útgangsstøði, og kunnu ikki viðgerast eins.
Landbúnaðurin á útoyggj, hevur í hesum døgum fingið eina veruliga avbjóðing. Tað er eingin loyna, at umstøðurnar ikki hava verið tær bestu, og orsøkin er í mongum førum “útoyggja” óhóskandi reglur. Nýggjasta avbjóðingin er, LØGTINGSLÓG NR. 45 FRÁ 15. MAI 2007 UM LANDSJØRÐ, SUM SEINAST BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 102 FRÁ 25. NOVEMBER 2008, ið ger, at tað nú er neyðugt, at ein festari keypir innistøðuna og allar ognir á festinum, við festiskiftið. Hetta krevur, at nýggi festarin í flestu førum noyðist at taka lán, og harvið seta seg í skuld, ið kann vera trupul at fíggja, tí umstøðurnar sum heild at reka vinnu og vinna pening á útoyggj, eru truplar. Gjaldið fyri innistøðuna o.a. verður settur á festikonto, og so kundi ein hugsa sær, at hesin peningur so kom landbúnaðinum á útoyggj til góða, til m.a. íløgur, nýhugsan o.a. men nei, hesin peningur skal brúkast til mjólkaframleiðsluna, og slík er av góðum grundum, ikki er á útoyggj.
Savnandi tiltøk, heimasíðan og verkætlanir vóru eisini á skránni. Samanlagt kann sigast um hetta, at útoyggjastevnan hevur verið tað mest savnandi tiltakið fyri tey sum búgva á útoyggj og tey sum hava áhuga fyri útoyggjunum. Men onnur tiltøk hava eisini verið, m.a. tiltøk fyri ung á útoyggj, listaframsýning, ólavsøku tiltak o.a..Hesi hava øll fingið góða undirtøku, og semja er um, at hetta er umráðandi og tí skulu vit aftur í ár, skipa fyri, at høvi verður at hittast til ymisk tiltøk.
Heimasíðan skal fáast at virka betur, serliga við at dagføra hana, og royna at fáa tíðindi o.a. aktuelt frá útoyggjunum. Myndir, filmar, søgur, kunning, uppskriftir og eitt sølutorg. Tað er tungt at halda eina slíka síðu dagførda, um einki tilfar kemur inn, tí fer felagið at royna at savna tilfar og fáa fleiri virkin í hesum arbeiðið við dagføring.
Tað er at fegnast um, at tað er nógv virksemi í felagnum, og fleiri verkætlanir eru í gongd. Hesar eru, sum nevnt fyrr, allar ætlaðar at stimbra virksemi og møguleikarnar at vinna pening á útoyggj. Tað er okkara vón, at fleiri og fleiri vilja gerast partur av hesum arbeiðið, og okkara hægsta mál er, at savna tey sum búgva á útoyggj, soleiðis at øll í felag, lyfta tær uppgávur, ið eru.



