Útoyggjafelagið setur nú skrúvuna í vatnið, og sáttmáli er skrivaður millum Kanada, Føroyar, Ísland, Norra og Írland, um spennandi vinnuverkætlan.Fríggjadagin 4. apríl fóru umboðini fyri Útoyggjafelagið, Jóhanna Hansen, Hattarvík og Olga Biskopstø, samskipari, til Kanada/Qubec. Tær skuldu taka lut í fyrireikandi arbeiði, til tess at skumpa undir, stovnan av virkjum í Føroyum, undir heitinum Economusée. Talan er um vinnu, har hondverk, søga og mentan verða tvinna saman í eina eind, til frama fyri lønandi virksemi.
Tað er Útoyggjafelagið, ið hevur átikið sær at byrja hetta tiltak í Føroyum, og ætlanin er sjálvandi at byrja á útoyggjunum. Verður tiltakið væl eydna, kemur tað helst at breiða seg kring alt landið.
Hetta vinnuframatiltak, er uppfunnið í Kanada, av Syril Simard, arkitekti, og fólkalívsfrøðingi. Tað var Syril Simard sjálvur, ið stóð fyri fundinum í Qubec og hann, saman við øðrum dugnaligum fólki, í Kanadiska felagsskapinum, góðu okkum amboð, at nýta í arbeiðinum í Føroyum, og okkara grannalondum.
Sáttmálið var skrivaður millum partarnar og samstundis var búmerki avdúka, ið vísir eina samanrenning millum Kanadiska Economusee og Econumusee í Norður Evropa.
Verkætlanin verður fíggja av ES og av almennum pengum úr luttakandi londunum. Samanlagt er talan um eina 500.000,- kr. um árið í 3 ár, fyri føroyska partin av arbeiðinum. Tað er Útoyggjafelagið, ið stendur fyri verkætlanini, men tað verður í samstarvið við Samvit, Granskingardepilin fyri samfelagsmenning og onnur viðkomandi.
Málið hjá Útoyggjafelagnum er, at vit eftir 4 árum hava stovnsett 6 og 8 Econumusee her í Føroyum, men tað er tó treyta av, at vit fáa fíggjarliga og praktiska undirtøku. Eitthvørt tiltak skal byggja á ágrýtni og áhugan hjá teimum, ið standa fyri hvørjum einstøkum virki.
Útoyggjafelagið metir, at hetta tiltak er eitt kærkomið høvið hjá fólki á útoyggj, ið arbeiða við einum hvørjum hondverki ella heimavirki, at stovna eitt virkið, ið gevur avkast.
Tað eru mong, ið virka ella hava virka innan jarn, træ, grót, tekstil, matvøru o.a. á útoyggj. Málið er at umskapa hetta til arbeiðspláss, fyri bæði eldri og ung. Framleiðslan av vøru, verður tengd saman við frálæru, framsýning og framtíðarverkstað, alt á sama stað og um somu tíð. Upplivilsis ferðavinna, verður tað kalla, og tað verður tað eisini.
06-04-2008
