Longu nú vita vit, at nógv fólk fer at leita sær út í Hest henda dagin og fólk av útoyggj, plaga ikki at sita sjóvarfallið av sær, men møta fjølment. Útoyggjafelagið vantar, at tað eins og undanfarin ár, eisini verður góð undirtøka til aðalfundin, ið verður í Bygdastovuni kl.11.
Skráin í Hesti er sera fjølbroytt og spennandi, og fyrireikararnir hava lagt nógva orku í at hava so nógv ymisk tiltøk sum til ber. Hetta gera at tað er okkurt til allar aldursbólkar.
Útoyggjafelagið vónar, at fólk fara at bakka upp um tiltakið og møta fjølment í Hesti leygardagin.



