Útoyggjastevnan 2009 í Mikladali og á Trøllanesi

May 10, 2009

Leygardagin 20. juni verður árliga útoyggjastevnanan hildin. Hesuferð verður hon í Mikladali og á Trøllanesi. 


Sum undanfarin ár verður skráin metta við tiltøkum til álvara og gaman.  Tað eru bygdaumboðini fyri Mikladal og Trøllanes í Útoyggjafelagnum,  saman við bygdafólkinum í báðum bygdunum, ið fyriskipa tiltakið. 

Í ár verður dentur lagdur á, at draga fram orsøkina til, at vit hava  eitt útoyggjafelag. Tað eru nú liðin 10 ár síðan skjøtil var settur á,  veruliga at taka trupulleikan við fráflyting upp, og gera nakað við tað.  Fólkafundurin í Fugloy í 1999 var startskotið. Táverandi Landsstýrið  við Anfinni Kalsberg á odda, gjørdi av, at seta eina útoyggjanevnd, ið  skuldi skrivað álit, sum síðani skuldi til aðalorðaskifti. Nú 10 ár  seinni, fara vit at seta fokus á gongdina síðan 1999, hvussu eru  útoyggjarnar fyri í dag og hvar gongur leiðin. 

Skráin, sum tó enn kann broytast nakað sær soleiðis út: 

Leygardag 20. juni. í Mikladali

09.00 – 10.00: Morgunmatur í Avhaldshúsinum
11.00: Ársfundur fyri Útoyggjafelagið
12.00 – 13.30: Suppa í Avhaldshúsinum
13.30 - :Framsýning í skúlanum í Mikladali
13.30 - : Útoyggjastevnan verður sett á fótbóltsvøllinum. 
Aftaná verður tog-togan millum útoyggjarnar og annað undirhald.
15.30: Farið verður norður á Trøllanes

Tiltøk á Trøllanesi:
16.00: 17 Sangarar syngja
16.30: Øssur Winthereig heldur røðu
17.00: Pallborðsfundur : polittikkarar viðgera útoyggjarnar
17.30: Pallborðsfundur : samfelagsfr., ungfólk av útoyggj, og ymisk fakfólk    
18.00: Framsýning av myndum aftur til 1930. Um fólk og mentan á Trøllanesi  
19.30: Kvøldseta við røðu og felagssangi.
21.00 – 22.00: Fráferð