Leygardagin 28. juni verður Útoyggjastevna í Mykinesi. Tað er bygdafólki í Mykinesi, saman við avbygdafólki og Útoyggjafelagunum, ið skipa fyri stevnuni. Seinasta leygardag, tann 22. mars, var fyrsti fundurin, at fyrireika útoyggjastevnuna hildin í Mykinesi. Eini 10 til 12 fólk møttu á hesum fyrsta fundinum og nógv góð hugskot vóru til skránna, m.a. verður kapprenning, filmur í skúlanum, frásagnir í bygdini, tónleikur og dansur, tiltøk fyri børn og sjálvandi verður esini søla at mati og øðrum góðum.
Næsti fyrireikandi fundurin verður hildin í Sørvági. Skárin er opin enn, og tí kunnu fólk framvegis koma við góðum hugskotum til tiltøk, og bjóða seg til at hjálpa við praktiskum arbeiði.
Útoyggjafelagið heldur sín árliga aðalfund í Mykinesi hendan dagin, og nógv útoyggjafólk nýta hetta høvi til at savnast til álvara og gaman.
Tað verður skipað fyri flutningi, og vantar Útoyggjafelagið, at nógv fólk fer at leita sær til Mykinesar. Allar útoyggjastevnurnar hava verið sera væl vitjaðar bæði av føroyingum og útlendingum.
Kunnað verður seinni um skrá og flutningsmøguleikar.

29-03-2008
