Væl eydna tiltak

Oct 12, 2008

Arbeiðsvikan  er nú av, og fólkið er farið aftur til heimlondini. Tiltakið, ið  Útoyggjafelagið og Granskingardepilin fyri samfelagsmenning hava staðið  fyri hesa seinastu vikuna, eydnaðist sera væl. Nú eru øll farin hvør til sítt, at arbeiða víðari við verkætlanini.

Hvørt  luttakandi land, tvs. Føroyar, Norra, Ísland og Írland, fara tey  komandi 2 árin at lata tvey Economusée upp í hvørjum landi. Hesi vera  "prototypan" uppá eina røð av virkjum, bygd upp eftir sama leisti. 
Tey sum hava verið á einum Economusée í Kanada, vita, at hetta er nakað  heilt serligt. Talan er um eitt sera professionlet tiltak, har tann  vitjandi far eina veruliga uppliving. Hetta er eisini orsøkin til, at  tiltakið hevur fingið høga raðfesting hjá NPP, ið fíggjar helvtina av  kostnaðinum. Samlaða fíggjarætlanin liggur um 13 milliónir kr. 

Tað liggur eitt stórt arbeið fyri framman, skulu vit megna at fylgja  tíðarætlanini, og tí fer Útoyggjafelagið, alt fyri eitt undir at  fyrireika tey fyrstu føroysku tiltøkini. Hesi vera á Trøllanesi og í  Skúgvi. Ætlanin er eisini, at eitt ella tvey virkið vera aðrastaðni í  útjaðaranum. 

Tey virkir, ið standa fyrst á skránni
Íslandi: Tekstilvirkið, ið framleiðir vørur úr fiskaskravu, og virkið, ið framleiðir saltfisk. 
Norra: Ein skósmiðja, og eitt tunnuvirkið
Norður Írland: Smúkkuverkstað, og ostavirkið
Republikkin Írland: Vevstova og snikkaravirkið
Føroyar: Jarnsmiðja og tog- og tekstilvirkið.

Tá høvuðsverkætlanin er av, skal virksemi halda fram. Tí skal arbeiðast  fram ímóti, at hvør land far skipað hesa verkætlan, sum eitt støðugt  tiltak. Fyri at tryggja, at hetta arbeið verður fakliga væl udirbygt, er  ein stýribólkur settur í hvørjum landi. Í Føroyum sita umboð fyri  Granskingardepilin, Samvit og Vinnuhúsið í hesum bólki, umframt ein  søgufrøðingur, ið kemur at virka saman við søgufrøðingunum í hinum  luttakandi londunum.  Mentamálaráðið og Innlendismálaráðið eru  eygleiðandi partar.

Sum økismennandi tiltak, er henda verkætlan av stórum týdningi, hetta tí hon skapar abeiðspláss og nógv avleitt virksemi.

Terji Inderhaug, verkætlanarleiðari

 Jona í Lon, umboð fyri Útoyggjafelagið

Marie-Louise, Norður Írland og Johanna úr Hattarvík.

Pat úr Norður Írlandi, er bergtykin av fjøllunum

Gestirnir og limir í stýribólkinum til eina góða máltíð

Frálæra í mannagongd og skipan av tiltakinum

Terji og Pat granska eina eplaveltu á Húsum