Væleydna ráðstevna í Klaksvík

Nov 11, 2026

Vikuskiftið 6-8 novembur, hittust útoyggjafólk til ráðstevnu í Klaksvík. Tað var Útoyggjafelagið, sum stóð fyri ráðstevnuni. Luttakararnir gistu á nýggja hotellinum í Klaksvík, KG Hotel, meðan ráðstevnan sjálv, var hildin á nýggja skúlanum Rótini. Endamálið við ráðstevnuni, var bæði at savna útoyggjafólk og samstundis at halda førleikamennandi verkstovur. Útvið 50 fólk luttóku í vikuskiftinum, so vit meta at undirtøkan var góð. Uppgávurnar hjá felagnum eru so mangar. Umframt at felagið tekur sær av samskiftið við kommunir, land, almennar stovnar og mynduleikar, er eisini týðandi, at útoyggjafólk hava felagskapin, har felags avbjóðingar og áhugamál vera umrødd.