Mánakvøldið 14.okt. var bygdafundur hildin í Mykinesi, har evnið var, at verja lundan í móti ránsveiðu. Tey sum møttu á fundi, vóru samd um, at tað er tørvur at stramma upp, og tryggja, at tær skipanir, ið eru galdandi á økinum, í størri mun verða tiknar í álvara.
Í fundinum, sum var hildin í Mykinesi í gjár, var semja um at tað er neyðugt at stramma upp, í samband við tøku av lunda. Tað eru greiðar skipanir, ið skulu verja lundan móti ránsveiðu, men tað eru ikki øll, ið akta hesar skipanir nóg væl. Trupulleikin er, at tað tað koma fólk út at veiða lunda, sum hava "lánt" rættindi, og hesi kenna helst ikki mannagongdirnar í nóg stóran mun. Tosa var m.a. um, at stytta veiðu tíðina, og sum heild at gera meira við at fáa tey, sum taka lunda, at halda seg til tær skipanir sum eru.

