Leygardagin 17. mai, verður vinnu hugskot´s dagur á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík. Tað er Útoyggjafelagið, ið skipar fyri, og endamálið er at fáa gongd á vinnutiltøk á útoyggj.Innbjóðingin sum er borðin út á útoyggj, er orða soleiðis:
Leygardagin 17.mai 2008 skipar Útoyggjafelagið fyri tiltaki á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík. Endamálið við degnum, er at menna hugskot, fáa góð ráð og íblástur til framleiðslu á útoyggj.
Øll eru væl komin at luttaka
Vit byrja kl. 10.00 og enda kl. 17.00.
Skrá:
KL. 10.00: Morgunmatur
Kl. 10.30: Framløga um møguleikar
KL. 11.00: Hugskot´s banki verður skipaður, øll hugskot eru kærkomin
Kl. 12.30: Ábit
Kl. 13.00: Hugskot verða roynd í verki
Kl. 16.00: Framsýning av vørum og møguligum vørum
Kl. 17.00: Endi
Boða frá luttøku, á tlf. 757969 ella 441314. Tú kanst eisini senda ein teldupost til utoyggj@utoyggj.fo.
Seinasta freist at tekna seg er hósdagin 15. mai.
