Hvat hendi í 2007?
Nógv at virkseminum hjá útoyggjafelagnum er merkt av, at bíða eftir avgerðum og støðutakan frá almennu myndugleikunum, og í so máta er 2007 einki undantak. Nógv orka fer til at minna á, heita á, og royna at ávirka politiska myndugleikan til at fáa útoyggjamál á dagsská og at fáa svar upp á settar spurningar, tí okkum tørvar úrslit. Men nøkur mál eru tó nýggj, og nakrir glottar eru eisini at hóma á fleiri økjum. Eitt sum vit frøðast serliga nógv um, eru tey vinnutiltøk, ið tykjast at spretta á nærum hvørjari útoyggj. Vit vóna at hesi fáa vind í seglini og veruliga koma á dagsskrá í 2008.
Í 2007 skipaði Ùtoyggjafelagið fyri 3 tiltøkum, umframt at vit fingu lut í evropeisku verkætlanini “Economuée”. Tað fyrsta tiltakið var ráðstevnan “Mín oyggj mín framtíð” í Norðurlandahúsinum tann 23. Apríl. Hetta tiltak fevndi um framløgu av ítøkiligum verkætlanum og uppskotum av útoyggj, fakligum framløgum og politiskum pallborði. I juli var útoyggjastevna í Fugloy, og í november vóru evnisdagar fyri ung, har evnið var kappingarsamleiki útoyggja. Viðvíkjandi verkætlanini Economusée, fara vit at hoyra nógv til hennara í árinum sum kemur, tí vit kunnu nærum við vissu siga, at hon hevur fingið fígging.
Ì gjøgnum alt árið, hevur felagið samskiftað við politiska og umsitingarliga myndugleikan. Talan er í flestu førum um Innlendismálaráðið og Strandferðsluna, men áminningar og áheitanir eru eisini farnar til onnur ráð og stovnar. Í heyst hevði felagið fund við Samvit, har umboð úr oyggjunum fingu høvi at lýsa ymisk tiltøk, og har Samvit vísti á teirra møguleikar at bakka upp.
Samferðslan
Innan samferðsluna hevur felagið í 2007 havt fleiri áheitanir, nakrar eru gingnar á møti, aðrar ikki.
Tað sum er eydnast er m.a.:
Sam hevur økt túratalið og hevur nú kvøldtúrar til Kalsoy.
Stuðulsstovnurin hevur skipað fyri, at skúlaungdómar av útoyggj fáa sama avsláttur við SSL sum onnur ung, eisini við tyrluni.
Avslátturin á ferðaseðlum til pensjónistar, sum var avtykin kom aftur í gildið.
Tey mál ið ikki eru loyst enn eru:
Einskiljingin av Farmaleiðum og avleiðingarnar av hesum
Flutningsstuðulin til farmaflutning nú flutningsmynstrið verður broytt.
Oljutunnurnar og samstarv við SEV – eisini stuðulin til oljuflutning og møgulig nýtsla av Tjaldrinum sum “oljuskip”.
Prísurin at ferðast við tyrluni hjá Atlantsflog er ikki lækkaður, hóast fleiri áheitanir.
Túratalið við tyrluni er ikki økt, og ferðaætlanin ikki broytt, hóast áheitan um hetta.
Játtan til tunnil og havn í Svínoy er ikki komin undir land enn.
Greið ætlan um útskifting av skipunum á Fugloy/Svínoyrar leiðini, Mykines og Skúvoyarleiðini eru ikki gjørdar.
Í juni 2007 sendi Útoyggjafelagið áheitan til IMR um, at ein møguligur tunnil til Sandoy skuldi taka Hestoy upp í kervið. Svarið felagið fekk var, at hetta ikki kom upp á tal.
Skúlin
Felagið hevur leingi arbeitt við at broyta skúlabygnaðin á útoyggj. Hetta málið hevur veri fyri í MMR og Klaksvíkar kommunu, har ætlanin var at gera eitt royndartiltak, málið var ikki avklára í 2007, og vóna vit at hetta fer at eydnast í 2008.
Framleiðsluhús
Umsókn um fígging til at seta á stovn framleiðsluhús á útoyggj, liggur í Løgtingsins fíggjarnevnd. Vónandi fer tað at eydnast, at fáa fígging til verkætlanina á fíggjarlógini fyri 2008.
Menningarætlan
Umsók er farin til allar kommunur, ið varða av útoyggjunum. Heitt var á kommunurnar, um at stuðla felagið við 300,- kr. fyri hvønn íbúgva í oynni, hetta fyri at fáa gongd á tær menningarætlanir, ið felagið hevur. Fleiri av kommununum hava gingið umsóknini á møti, m.a. Skúvoyar kommuna, Sørvágs kommuna, Húsa kommuna, Svínoyar kommuna. Einasta kommunan, ið hevur sagt, at hon ikki vil stuðla, er Tórshavnar kommuna, hon skuldi sambært uppskotinum gjalda 6000,- kr.
Fjølbýlið
Hetta tiltakið í Fugloy, hevur verið á dagsskrá í skjótt 3 ár, men enn hómast eingin loysn, hóast við aftur í ár, hava víst á tørvin og heitt á avvarandi myndugleikar um at stuðla tiltakið. Tað eru íbúgvar í Fugloy, ið standa aftanfyri tiltakið, ið er eitt “fjølbýlið”, ið skal rúma sambýli, barnaansing, ferðavinnu o.ø. Vónandi fær hetta tiltak fígging, so farast kann í gongd í 2008.
Løgtingið
Á várið 2007 staðfesti Útoyggjafelagið, at einki svar var komið frá nøkrum flokki, um at taka støðuna á útoyggj í álvara og taka hetta mál upp til umrøðu í Løgtinginum. (Skriv sent Føroya Løgtingi og politisku flokkunum 11.sept.2006).Við hesum fyri eyga, og fyri at fáa málið aftur á dagsskrá, valdi felagið at skipa fyri einari ráðstevnu 23.apríl 2007.
Innlendismálaráði
Felagið hevur havt nógv samskiftið við IMR í 2007. Tað mesta hevur verið viðvíkjani málinum um framleiðsluhúsið, men onnur mál hava eisini verið á skránni.
Í mars 2007 søkti felagið um 150.000,- kr til arbeiði hjá felagnum, av játtanini til útoyggjamál, harva skuldu 40.000,-kr. oyramerkjast til menningarætlanina “Mentanarsøgulig landsløg”. Felagið fekk eina játtan á 90.000,- kr.
Í desember sendi felagið áheitan um at broyta valskipanina soleiðis, at valúrslit á smáum plássum vera almannakunngjørd saman við størri plássum. Einki svar er komið upp á hesa umbøn.
10-01-2008
