Vit dans og býta um vitan og mentan!

Aug 19, 2023

At dansa er heilsugott, bæði fyri likam og sál, og dansur er eisini frásøga og mentan. Hetta siga tær báðar Christina Joseph og Christina Cacosta úr USA, ið komandi dagarnar fara á útoyggj at dansa, skifta um vitan um dans og rørslur, fólkadans og føroyska dansin, við vón um at hetta kann geva íblástur, skapa sambond, netverk og eina hugnaliga løtu saman í oynni.  

Hetta eru ókeypis tiltøk, skipa sum verkstovur við dansi, práti og einum løttum ábiti. Øll eru væl komin, uttan mun til aldur og kropsligar førleikar, og tú nýtist ikki at duga at dansa. Verkstovurnar verða bæði á føroyskum og enskum. 

Tiltøkini verða í Skúgvi, fríggjadagin 21. juli, í Svínoy 24. juli og á Húsum 27. juli. 

Hesar báðar, Christina og Christina hava útbúgving í dansi og tiltøkini eru tað, ið verður kallað “community give back-projekt”, ella afturbering til samfelagið, og verða fíggja av ymiskum stovnum, fyritøkum og tí amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn.