Vón fyri framman

Feb 20, 2008

Útoyggjafelagið  hevði sín fyrsta umboðsáðsfund fríggjadagin 15.februar. Á fundinum varð  tosað um, hvørji mál vóru mest átrokandi at fáa framd.Útoyggjafelagið hevði sín fyrsta umboðsáðsfund fríggjadagin 15.  februar. Á fundinum varð tosað um, hvørji mál vóru mest átrokandi at fáa  framd, og eitt sindur um virksemi fyri í ár. 

Felagið metir, at tað er ein fyrimunur, at ein av virknu  limum felagsins, Olga Biskopstø er komin á Løgting. Tað innlit hon hevur  í viðurskiftini á útoyggj og tað netverk hon hevur, kemur uttan iva at  gagna útoyggjunum. Nógvir av trupulleikum, ið útoyggjarnar hava, botna í  vantandi politiskari undirtøku fyri at fáa framt neyðug átøk, og ofta  botnar vantandi undirtøkan í, at innlitið og forstáilis ikki er nóg  stórt. Tí kann tað bara vera ein fyrimunur, at útoyggjarnar nú hava ein  talsmann inni í skipanini, ið kann tosa søk útoyggja.

Á fundinum var samgonguskjalið umrøtt. Semja var um, at verða tey átøk,  ið eru nevnd í samgonguskjalinum framd, so sær framtíðin á útoyggj  bjartari út. Millum annað stendur í samgonguskjalinum, at menningarætlan  skal gerast fyri útoyggjarnar, og tiltøk skulu gerast á útoyggj,  umframt til og frá útoyggj. Hetta kann ikki annað enn merkja, at tað sum  Útoyggjafelagið hevur arbeitt fyri í nú skjótt fleiri ár kemur upp á  tann rætta pallin, navnliga tann politiska. So nú er bara at vóna, at  hetta ikki bert eru føgur orð, men at tað liggur ein veruligur vilji  aftanfyri.

Á fundinum varð gjørdur ein listi yvir átrokandi mál at fáa framt. Hesin inniheldur m.a., at: 

1. Útbygging av infrakervinum skal í greiða raðfesting, her skulu m.a.  tunlar, havnir og skip fáa greiða tíðarraðfesting. Mest átrokandi er at  fáa nýggj og hóskandi skip til Fugloyar og Svínoyarleiðina,  Mykinesleiðina, Skúvoyarleiðina. Hestleiðin skal dagførast við fleiri  túrum um dagin, og á Kalsoyarleiðini skal kannast, nær nýggju  skipini til Kalsoy og Nólsoy koma. 
Útoyggjafelagið er eisini av tí greiðu áskoðan, at Hestur skal knýtast  upp í komandi tunnilin til Sandoynna, eisini um hetta ger at ætlanin  verður seinka nakað.  
Tosa var eisini um tað, ið er framm í løtuni um, at undirsjóvartunnil  skal gerast til Fugloy og Svínoy. Eru hetta ætlanir, ið kunnu gjøgnumførast et tað heilt vist áhugavert at arbeiða víðari við. Hetta  skal tó ikki vera nýtt sum undanførðsla fyri, at ábøtur ikki veraða  gjørdar her og nú, á hesi farleið.

2. Tað skal gerast munandi bíligari at flúgva við tyrluni, hjá teimum,  ið eru búsett á útoyggj. Skotið verður upp, at tað ikki skal kosta meira  enn hjá teimum, ið sigla millum oyggjarnar, tvs.35,- kr. Ferðakort skal  útvegast til tey sum er búsett á útoyggj, ein og ein kvota er til  nærmastu familjuna. Onnur skulu gjalda vanligan prís. Ferðaætlanin hjá  tyrluni skal endurskoðast og tyrlan skal eisini flúgva mánadag.

3. Tað er átokandi at fáa ein grunn, ið kann stuðla undir  vinnuframatiltøk. Felagið skýtur upp, at tað longu til fíggjarógina 2008  verður settur peningur av til hetta endamál. Peningurin sum nú verður  játtaður til Infrakervið á útoyggj, og játtanin til menningartiltøk á  útoyggj, eigur í fyrsta umfarið at økjast við 2 milliónum, eisini skal  mannangongdin fyri útgjald av hesi játtan broytast, soleiðis at hon  verður smidligari.

4. Vegur til lendingina í Mykinesi er átrokandi, og tað er átrokandi at  fáa bygt nýggja havn í Skúgvi, og gera nýggja atløgu í Koltri og  dagføring av bygdavegnum, tí eigur hetta framhaldandi at vera á  dagsskrá.

5. Kannast skal hvar málið um "fjølbýlið" í Fugloy liggur. Henda ætlan eigur at koma av beding og vera framd.

6. At eftirmeta lógir, ið viðføra, at framtøk ikki kunnu gerast á  útoyggj, tí lógvarverkið er stirvið og laga til viðurskifti á meginøkinum. Her kunnu m.a. nevnast lógir innan ferðavinnu og  landbúnað. 

7. Arbeiða fyri at fáa eina barnaansingarskipan. Tørvur er á einari  barnaansingar skipan á útoyggj. Skal vinnumenning fremjast er tørvur á  at allar hendur arbeiða í vinnuni. Hetta krevur, at børnini verða  ansaði. Sum nú er hava kommunurnar ikki møguleikan, tí eigur landið  at traðka til. Hetta eigur at koma við í eina menningarætlan fyri  útoyggjar. 

Útoyggjastevnan í Mykinesi var umrødd. Arbeiðið at fyriskipa er ikki  byrja enn, men í næstum verður fundur hildin í Mykinesi, har øll bygdin  og onnur, ið hava áhuga í at fyriskipa, vera kalla til fundar. Hetta  átak verður lýst í fjølmiðlunum. 

Onnur mál vóru eisini umrødd, og umboðini vóru á einum málið um, at nú  hava hesi evnið verið so ofta á borðinum hjá felaginum, at tey nú skulu  vera framd.

Hóast svartskygd á nøkrum økjum, so vóru umboðini tó samd um, at nakað  tó kemur burtur úr okkara arbeiði. Tað síggjast spírar kring allar  útoyggjarnar, serstakliga eru tað nýggj og áhugaverd vinnutiltøk og  ferðavinnutiltøk, ið síggja dagsins ljós. Nú ræður um halda fast í tí  sum kann geva ávøkstur og fáa politiska myndugleikan at stuðla undir,  m.a. við at styrkja infrakervi og fíggingarmøguleikar, so tað ber til at  fremja tær ætlanir, ið liggja á borðinum.

20-02-2008