Von við at einki hendir

Oct 13, 2008

Í  Mykinesi eru tey so von við, at einki hendir, at tey nú í tríggjar  mánaðir hava latið um seg ganga, at stórsekkir við rotnum mati og øðrum  húsarhaldsaffalli liggja niðri á støð. Súlan hevur ikki røkt  farmasiglingina, og Sørvágs kommuna tykist ikki at gera nakað.

Súlan hevur tikið sær av farmasigling til og frá Mykinesi. Hon hevur  ført oljutunnur og annan farm til oynna, og flutt burturkast av aftur  oynni. Men síðan í juli mánaða, hava Mykinesfólk ikki sæð Súluna. 

Fyrst var Súlan til Skúvoyar, í sigling fyri Sildbera, sum var til  umvælingar, síðani fór hon norður til Hvannasund, har hon hevur røkt  sigling til Fugloy og Svínoy. 

Tað sum undrar tey sum búgva í Mykinesi er, hví tað hevur gingið so long  tíð, uttan at nakað hendir. Stórsekkir við húsarhaldsaffalli lógu í  hitanum í juli og luktaðu, og teir liggja har enn. Nú er nógv komið  afturat, m.a. skinn o.a. Makkur er komin í og tað er sera ótespiligt.

Hvør hevur ábyrgdina
Tey sum búgva í Mykinesi undrast á, at Sørvágs kommuna ikki hevur tikið  um endan. Tað er kommunan, ið hevur ábyrgdina av at rusk og affall kemur  til IRF, og er tað hon, ið eigur at finna eina loysn. 


"Vit eru so von við, at einki hendir her útið. Soleiðis sigur eitt av  bygdafólkunum í Mykinesi. "Vit hava so ofta gjørt vart við alt møguligt,  sum er galið, men einki hendir. Síðan Mykines fór upp í Sørvágs  kommunu, er so slett einki hent, og tað munar einki við nakrari lokalari  nevnd. Tað er kommunan sum hevur ábyrgdina av hesum, og hon veit hvussu  støðan er her úti" sigur bygdamaðurin m.a.