Vónir um átøk á útoyggj í 2009

Dec 2, 2008

Útoyggjafelagið  vónar, at útoyggjarnar standa frammalaga í raðfestingini á  fíggjarlógini 2009. Útoyggjarnar hava alstóran tørv á at fáa umstøður  til at gagnnýta teir møguleikar, sum eru. Fólkatalið lækkar, men enn eru  tað nøkur, ið hava áraðið og vilja til at taka verulig tøk - tí er tað  so umráðandi at lofta hesum eldsálum.

Tær verkætlanir, ið Útoyggjafelagið vónar fáa fígging í 2009, eru:  Framleiðsluhúsið í Stóru Dímun, nýtt havnalag í Skúgvi og nýtt skip til  Fugloy og Svínoy og ein munagóð játtan til íverksetan annars.

Tað eru fleiri verkætlanir, ið bert mangla eitt fíggjarligt skump fyri  at gerast veruleiki. Hesar eru allar tengdar at ferðavinnu. Í Mykinesi, í  Skúgvi, í Mikladali, á Húsum og í Svínoy. 

Nógv verður tosa um ferðavinnu í hesum døgum, og at "branda" Føroyar.  Stuðlar landið undir, at tað koma spennandi tiltøk á útoyggj, innan  ferðavinnu, víðkar grundarlagið undir einari føroyskari ferðavinnu  munnadi. 

Tað er okkara vón, at ein upphædd á 3, mió. verður sett av til vinnuframa burturav, á útoyggj. So verða Føroyar ríkari.