Í einari av heimsins mest avbyrgdu oyggjum, Stóru Dímun, var fyrsti føroyski listamaðurin, vit vita um, føddur. Maðurin var Díðrikur á Skarvanesi (1802-65). Hetta sigur Bárður Jákupsson í bók sínari Myndlist í Føroyum.

Tað er eisini ein sannroynd, at útoyggjarnar í øldir hava ríkað land okkara við mentafólki. Tað veri seg skald, rithøvundar, myndlista- brúkslista-, og tekstillistafólk og onnur, ið við sínum kreativu evnum hava sett sín dám á føroyska samfelagið.


Tað eru eisini listafólk aðrastaðnis frá, ið hava verið her, og eru bergtikin av umhvørvinum og mentanini á útoyggj. Millum onnur kunnu vit nevna kenda danska listamálaran P.O. Hansen, ið hevur fingið íblástur úr Fugloy og Mykinesi. Henda íblástur finna vit aftur í mongum av hansara listaverkum. Føroysk listafólk leita sær eisini íblástur á útoyggj, og Amariel Norðoy er ein av teimum. Í nógvum av hansara málningum kenna vit vakra umhvørvið í Mikladali aftur.

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir nøkur av teimum listafólkum, ið eru fødd og uppvaksin á útoyggj, ella eru ættað hagani. Hetta yvirlit er langt frá fullfíggjað enn, og ynskja vit tí at halda fram við at savna inn kunnleika um hetta evnið. Útoyggjafelagið er sera áhugað í at frætta um onnur, sum áttu at verið við í einum slíkum yvirliti yvir listafólk av útoyggj, men eisini at gera frágreiðingina niðanfyri meira fultfíggjaða.


Fugloy

Hans Michael Jacobsen, av Kirkju (1901-1960) Hann var  rithøvundur og yrkjari. Hann yrkti fleiri væl umtóktar sálmar, sum m.a. standa í sálmabókini

Gulak Jacobsen, av Kirkju (1870-1953). Gulak var prestur, rithøvundur og yrkjari.

Simon Michael Zachariasen, av Kirkju (1853-1931). Símun Michael legði nógv skrivligt tilfar eftir seg umframt tað, hann megnaði at geva frá sær sum lærari. Hann legði sær nær at gera seg kunnugan við stavsetingina hjá Hammershaimb og var eldhugaður fyri føroyska skriftmálinum. Tá ið Føringatíðindi komu út í 1890, skrivaði hann fleiri greinar á føroyskum í blaði.

Louis Zachariasen, av Kirkju (1890-1960).  Louis var rithøvundur og yrkjari. Hann skrivaði søgur, yrkti og týddi fleiri sálmar, sum eru í sálmabókini. Eitt av hansara avrikum er millum annað Føroyar sum Rættarsamfelag og Páll Fangi. Í 1978 gav Bókagarðurin tvær bøkur út, onnur var Abbastova og hin Sóttin svarta. Louis skrivaði í mong ár í blaðið Følv.

Svínoy

Um nakar veit at siga frá listafólki úr Svínoy, vinarliga sendið okkum nakrar reglur. (utoyggj@utoyggj.fo)

Kalsoy
Hans Jákup Glerfoss, úr Mikladali (1937). Hans Jákup er yrkjari og listamálari. Hann málar serliga litirnar upp ímóti tí gráa og svarta. Listaverkini hjá Hans Jákupi eru ofta lýsingar av fólki og figurbólkum við blýanti, penni og tushpensli.

Gunnleivur Glerfoss, úr Mikladali (1948-91). Gunnleivur var sera fittur í hondunum og hegnismaður. Umframt sítt handverk gjørdi hann eisini nógv við at mála og tekna. Eftir Gunnleiv finnast nógvar tekningar og málningar kring landið.

Hans Hansen, úr Mikladali (1920-70). Hans Hansen var nógv bundin at heimbygdini, landslagnum og fólkinum har. Hans gekk eisini nýggjar leiðir innan málningalist, hann kunnaði seg m.a. um mosaik- og frescoteknikk. Íblásturin frá frescomálningum sæst aftur í hansara oljumálningum. Kelda: Bárður Jákupsson.

Fridtjof Joensen, úr Mikladali (1920-88). Fridtjof var maskinmeistari og í mong ár við fiskiskipi. Í frítíðini gjørdi hann træskurðir. Sum 47 ára gamal fór hann á myndahøggaraskúla í Danmark. Umframt træ nýtti Fridtjof eisini tilfar sum jarn, kopar, stál og aluminium. Standmyndir, sum Fridtjof hevur evnað til, standa í nógvum bygdum og býum kring landið. Kelda: Bárður Jákupsson 2000.

Poulina Joensen, úr Mikladali (1921-1996). Poulina er mest kend fyri sínar naturalistisku málningar í ljósum, klárum litum. Hon gjørdi eisini blýantstekningar og  málaði nógv á postalín.

Eliesar Joensen, (Eliesar í Pálsstovu), Mikladalur (1880-1957). Eliesar var hegnismaður. Hann málaði, teknaði og gjørdi træskurðir. Hann var eisini kendur fyri sínar glaseringar (mála áringar á vegg). Listaverk hjá Eliesari eru at síggja í nógvum heimum, umframt á apotekinum á Fornminnasavninum í Klaksvík, har hann millum onnur hevur prýtt veggin við myndum.

Absalon Guttormsen, av Trøllanesi (1830-1902) Absalon var hegnismaður og kendur fyri at vera framburðssinnaður og skapandi. Hann var, umframt at vera lærari, smiður, bóndi og tingmaður, eisini fotografur. Fleiri av myndum hansara eru í Kalsoynni og á Fornminnasavninum í Klaksvík. (kjekka av hjá Jóvan á nesi)

Johanna Mathea Skaale, av Trøllanesi (1906- 2007) Johanna Mathea búsettist í Tórshavn, men hon var fødd og uppvaksin á Trøllanesi. Hon var kend fyri sítt hegni, serliga at seyma og evna pløgg til. Eitt tíðarskeið seymaði Johanna Mathea m.a. fyri tey fínu í Keypmannahavn. Hon var við til at seyma kjólan hjá Alexandrinu drotning, ommu Margretu, sum hon nýtti til forlovilsisveitsluna hjá Fríðriki og Ingrid í 1934 (35)

Katrina á Trøllanesi Østerø, av Trøllanesi. Katrina var eitt gott umboð fyri mentanina á Trøllanesi. Hon umboðaði handalagið og hegnið, sum framvegis er eitt eyðkenni fyri tey í Útistovu. Hon gav út bók um plantuliting, sum var hennara serfrøði úr heimbygdini. Í 1973 fekk hon Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Hesa virðisløn fekk hon fyri bókina Plantuliting. “Bókin er bæði eitt hent upplýsingarverk og lívsverkið hjá einari ídnari og kønari kvinnu. Vit hava ikki ivast í at lata høvundin fáa virðisløn fyri hetta verkið”, stendur m.a. í lýsingini av virðislønini. Katrina var av ídnastu loysingarfólkum. Og tað sigst at hon var so “forhippað” í Erlend Patursson, sum eisini var formaður í FF, at hon sum einasta konufólk rindaði limagjald til felagið. Og hon kundi ikki rættuliga gloyma eftirmanninum hjá Erlendi, at hann vann á honum á formansvali.FF blaðið.Nr. 12, juni 1988, 2. ár


Mykines

Sámal Elias Joensen, úr Mykines (1906–79). Sámal Elias, vanliga nevndur Mikines, var sera nær knýttur at sínum heimstaði, Mykinesi, og tað merkti hansara listarverk sera nógv. Mikines gjørdist slótbrótandi innan ekspressionistiska málningalist, og var m.a. við til at leggja lunnar undir nýmótans føroyska myndlist. Kelda: Bárður Jákupsson 2000.

Oskar Joensen, úr Mykines (1937) Oskar er føddur og uppvaksin í Mykinesi. Hann sigldi úti í mong ár, men vendi fyri nøkrum árum síðani aftur til Mykinesar at búgva. Oskar hevur málað fitt av málningum, sum hanga kring landið.

Hestur
Jógvan Joensen, úr Hesti (1860-1912). Jógvan var mest kendur fyri at gera slíðrar, skefti og knívar, ið hann prýddi við ymiskum myndum, m.a. hvali. Jógvan luttók á fyrstu føroysku framsýningini, sum var í 1895. Á hesari framsýningini hevði hann eina kirkju, sum hann hevði skorið úr træ. Í Føringatíðindum 1890-1906 verður greitt frá hesari framsýning. Tey, sum luttóku á framsýningini, fingu eitt “diplom” í rammu sum prógv fyri luttøkuna.

Hans Jákup Niclasen, úr Hesti. Fekst nógv við at træskurð og at evna til úr leðri. Gjørdi m.a. tuflur, sum hann seldi nógv av.

Hans Pauli Niclasen, úr Hesti. Hans Pauli var sera kendur fyri sítt hegni við træskurði.

Jóan Christian Poulsen, úr Hesti (1881-1970) Hann yrkti og týddi fleiri sálmar. Fleiri av hansara sálmum standa í sálmabókini.

Sivar Kolbjørnsen, úr Hesti. Arbeiðir nógv við træskurði. Hevur m.a. gjørt eitt modell av einum báti, sum hongur í kirkjuni í Hesti.

Hans Kolbjørnsen, úr Hesti. Fæst nógv við træskurð og modellbygging. Hevur m.a. gjørt eitt model av kirkjuni í Hesti.

Rólant Lenvig, úr Hesti (1921). Rólant búsettist í Kvívík, har hann m.a. skrivaði bókina Kvívíkar sókn í søgu og søgn 1550-1850. Umframt hesa bókina hevur Rólant skrivað fleiri yrkisbókmentir, og hann hevur skrivað og týtt fagurbókmentir, m.a. fleiri barnabøkur. Í 1969 fekk Rólant M.A. Jacobsens virðislønina fyri bøkurnar Landalæra 1 og 2.

Tummas Lenvig, úr Hesti. Tummas búsettist í Klaksvík, har hann arbeiddi sum lærari  í mong ár. Tummas hevur altíð havt serligan tokka til tað skrivaða orðið og hevur ritstjórnað, savnað og skrivað fleiri bøkur. Millum tær bøkur, Tummas hevur skrivað, eru Fyrsta føroyska skaldsøgan og Viljans verk er fólksins frami 1921-1938.

Koltur
Niklas í Koltri, úr Koltri. Niklas var kendur um alt landið sum hegnismaður og sera dugnaligur handverkari. Hann var bátasmiður, men evnaði eisini nógvar lutir til úr træ.  

Skúgvoy
Hanus Skálagarð, úr Skúgvoy (1928) er føddur og uppvaksin í Skúgvoy. Hann fór sum 15 ára gamal til Amerika at arbeiða og hevur búð har síðani. Hanus er serliga kendur fyri sínar málningar av sluppum. Ein av hansara málningum hongur í Hvítu húsunum í Washington. Hanus skipar ofta fyri listaframsýningum í USA og er sera væl umtóktur har yviri. Ein av góðu vinum Hanusar er filmstjørnan Clint Eastwood.

Hanus Kamban, Føddur 25. juni 1942 í Saltangará. Foreldur: Petur Andreassen, lærari, av Velbastað, og Elisabeth Andreassen (fyrr Kamban), lærarinda, úr Havn. Uppvaksin í Skúgvi. Flutti til Havnar 1956. Studentsprógv 1960. Arbeiddi í nøkur ár sum læraravikarur og arbeiðsmaður. Var á skúla á Eurocentre í Bournemouth 1964-65 og á Eurozentrum í Köln í 1965. Las 1966-68 enskt og týskt við Keypmannahavnar lærda háskúla. Gavst við lesnaðinum, tá ið ungdómsuppreisturin tók seg upp. Blaðstjóri á Fjølni 1967-69. Seinni við til at geva Oyggjaskeggja út. Prógv sum sjúkrahjálpari 1975. Giftist 1980 við cand.mag. Kirsten Brix. Tveir synir: Janus, føddur 1979, og Atli, føddur 1984. Búði í Havn 1978-2000. Býr nú í Keypmannahavn.

Sjúrður Poulsen, Tórshavn og (Hanus) Jensen, bátasmiður, eru ættaðir úr Skúgvoy, teir eiga eisini at vera umrøddir her.

Stóra Dímun
Díðrikur á Skarvanesi (1802-65), var føddu í Stóru Dímun, har hann traðkaði sínar barnaskógvar, seinni flutti familjan til Skarvanesar. Díðrikur er millum fyrstu kendu listafólkum í Føroyum. Hann var kendur fyri sínar fuglamyndir. Fimm av hansara málningum eru varðveittir, teir eru málaðir við gouachelitum á pappír. Myndirnar kunnu síggjast á Listasavni Føroya.

Dømi um fólk, har íblástur av útoyggj, sæst aftur í teirra listarverkum.

P.O. Hansen
Amariel Norðoy
Teitur Árnason
(Onnur uppskot er kærkomin)






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo