Ung á útoyggj
Tað tykist vera trupult, at fáa ungdómin at støðast á útoyggj. Í dag (2014) eru bert børn í skúlanum í Mykinesi, í Fugloy og á Kalsoy.
Hagtølini vísa, at miðalaldurin økist og fá, ella nærum eingin børn og ung eru á útoyggj. Einastu bygdir, ið veruliga víkja frá, eru Húsar og Trøllanes.
Fólkatalið á útoyggj í dag, vísir at tað gongur skjótt tann skeiva vegin. Tí skulu fleiri stig takast fyri at venda gongdini. Eitt av hesum er at skapa betri fortreytir hjá ungum at flyta á útoyggj. Her verður hugsa um leiguíbúðir og størv. Felagið arbeiðir málrætta fram í móti, at skapa nýggj størv, serliga í ferðavinnuni. Men tað er sera umráðandi, at myndugleikar og politiska skipanin vilja eina fjølbroytta búseting, og stuðla undir tað arbeitt sum verður gjørt á útoyggj í dag.
Vit ungu á útoyggj - vilja framá
Í døgunum 30 nov-1.des 2008. skipaði Útoyggjafelagið fyri evnisdøgum fyri ung millum 15 og 25 ár. Tiltakið var í Gjáargarði og hevði heitið "kappingarsamleiki útoyggja".
Umframt framløgur um evnini samleiki og kappingarsamleiki, var arbeitt í bólkum og kjakað var dúgliga um, hvønn leiklut tey ungur á útoyggj hava í menningini av heimbygdini, somuleiðis um leiklutin hjá teimum, ið velja ikki at búseta seg á útoyggj, hvussu tey kunnu taka lut. Umframt tann álvarsama partin av tiltakinum, var eisini rúm fyri hugna og undirhaldi.
Úrslitið av tiltakinum er samanskrivað her:
Vit ungu á útoyggj, hava nú í tveir dagar viðgjørt og kjakað spurningin um samleika, og hvussu vit ungu kunnu styrkja kappingarsamleika útoyggja.
Vit ungu á útoyggj standa ikki aftanfyri onnur ung, tá tað kemur til dugnaskap og tilvitan. Men vit hava ofta aðrar meiningar, enn ung í býnum. Hetta kemur av, at vit hava aðrar royndir, tí vit eru uppvaksin á útoyggj.
Vit ungu á útoyggj eru ofta treisk og duga at hugsa loysnir. Hetta kemur av, at vit ikki hava allar møguleikar við hondina, vit kunnu ikki vera uppgevandi, men hava vilja til at gera tað sum er neyðugt fyri at loysa trupulleikar.
Vit ungu á útoyggj eru sterk. Hetta er tí vit eru noydd at vera sterk fyri at kunna búgva so fjarskotið. Vit skulu hava sterkan vilja, fyri at tíma at ferðast við smáum vánaligum bátum, til skúla, ítriv, arbeið o.a.
Vit ungu á útoyggj eru sjálvbjargin, tí vit eru vaksin upp á einum øðrvísi staði, har hentleikar ikki eru, og tí læra vit at klára okkum sjálvi.
Vit eru eisini kreativ og duga at hugsa øðrvísi loysnir. Av tí vit ongar tænastur hava við hondina, mugu vit duga alt møguligt, bæði tá onkur far skaða og tá okkurt gongur fyri, ella tá okkurt manglar.
Vit ungu á útoyggj eru tolin við tíðin. Tað er ikki sum á størri plássum, har alt gongur eftir klokku. Vit gera tað sum er neyðugt, tá tað er neyðugt, og so er tað veður og vindur, ið stýra restini. Hjá okkum er tað altíð ein plan-B og ein C, tí vit eru avmarkaði orsaka av veðrinum og vánaligum ferðasambandi.
Vit ungu á útoyggj, halda fast við virðir. Her meina vit, at vit seta prís uppá tað sum vit læra av teimum eldru, og dáma at vera saman við familjuni. Vit eru eisini meira traditiónsbundin á bygd, m.a. halda vit jól, nýggjár og aðrar høgtíðir eftir gamlari siðvenju, og familjan heldur nógv saman.
Vit hava eisini vilja til at hjálpa og luttaka í at loysa felags trupulleikar. Men tað er tó altíð onkur á útoyggj, ið ikki vil lutaka og vera partur av felagsskapinum.
Hvat eiga vit gera?
Fyri at kunna menna útoyggjarnar, mugu onnur kenna okkum, og vita hvørjar styrkir vit hava, og vita hvørji virði eru á útoyggj. Vit vilja vísa, at bygdasligheit er positiv og at landið tørvar útoyggjarnar.
Vit ungu hava orku, evni og vilja til at flyta mørk, men tað fyrsta vit skulu gera, fyri at onnur skulu síggja positivt upp á útoyggjarnar er, at vit á útoyggj samstarva, og ikki øvunda hvønn annan. Hetta er neyðugt skulu vit kunnu virka, og um so er at vit eru ósamd, so at vit loysa trupulleikar við at tosa saman og ikki umganga hvønn annan. Hetta er fyrsta stig, fyri at vit kunnu útinna tey mál, vit ynskja skulu verða veruleiki.
Útoyggjarnar mennast við at fleiri búseta seg á har. Tá vaksur bygdin og tá koma koma fólk við nýggjum hugskotum og hugburði, og tað er gott.
At mennast er eisini at hava tiltøk, sum fólki á staðnum kann luttaka í. Tá gerast tey glað, fáa íblástur og nýggja vitan, og tað ger tey meira positiv fyri tí nýggja sum hendir.
Tað er neyðugt at fleiri arbeiðspláss koma á útoyggj, og alt kann lata seg gera. Tað eru ikki avmarkingar, bara møguleikar. Men møguleikarnir kunnu ikki gerast til veruleikar, um samferðslan ikki verður munandi betur. Í dag er samferðslan størsta forðingin fyri at útoyggjarnar kunnu mennast.
Vit kunnu hava hondverk, ferðavinnu, tannlækna, frisør o.a. á útoyggj. Til dømis kann ein tannlækni muna nógv. Fyrst so sleppa tey gomlu frá at fara av oynni til tannlækna, tey tíma so illa og fara bara tá trupulleikarnir eru vornir ov stórir, hetta hevði bøtt um teirra lívsgleði. Ein tannlækni hevur brúk fyri einum assistenti og einum skrivara, so nú eru trý fólk til arbeiðis. Tað er ofta ringt at sleppa framat hjá tannlækna á meginøkinum, og tí kann tað vera líka skjótt og gott, at koma á útoyggj til tannlækna. Hetta sama er galdandi fyri aðrar vinnur, m.a. um ein matstova kemur, so koma fleiri fólk í arbeið.
Ávirkan
Tað er umráðandi fyri at menna útoyggjarnar, at tað er fólki á staðnum, ið avger hvussu oyggin skal mennast, og er við í arbeiðinum. Vandi er fyri, at tá kommunur vera samanlagdar, so kemur kommunan við onkrum, ið bygdin ikki ynskir.
Til dømis summarhús. Tað mugu ikki koma summarhús, millum øll hini tómu húsini, ella hús sum slett ikki hóska til bygdina. Summarhús eiga at liggja fyri seg í einum býlingi, ikki beint við gomlu bygdina. Best er um bygdin eigur summarhús, tí so kunnu fólk leiga har alt árið.
Vit ungu ynskja at vera við til at avgera hvat skal henda á útoyggj. Vit vilja arbeiða í felag, fyri at sameina bygdafólki og fyri at seta felags mál. Men vit mugu fáa almennu myndugleikarnar við, tí uttan teirra leiklut, fáa vit ikki gjørt so nógv.
Arbeiðsháttur
Vit hjálp frá Útoyggjafelagnum, fara vit at gera felags tiltøk og fara at vísa umheiminum, at vit ungu á útoyggj eru moderna og at tað ikki er ræst at búgva á útoygg, men coool. Men vit fara samstundis at vísa á tað sum manglar og er skeivt.
Vit fara at fáa okkum útbúgving og fara at búgva á útoyggj, um tað er tað vit vilja, tá vit eru vaksin. Fara vit ikki at búgva á útoyggj, vilja vit á annan hátt menna heimbygdina.
Vit fara at fáa okkum eina heimasíðu, undir heimasíðuni hjá Útoyggjafelagnum, tí har kunnu vit byrja okkara arbeið, at gera útoyggjarnar meira sjónligar í kappingini mótvegis meginøkinum. |