Aðalfundurin 2018

Tíðindi >>

Aðalfundur felagsins var hildin á Gamlagarði í Svínoy, leygardagin 16. juni. Nógv møttu til aðalfundin, og kjakið gekk væl, eftir at Óla Jákup úr Dímun hevði hildið formansrøðuna. Í stuttum samdist aðalfundurin um, at felagið skal leggja dentin á, at fáa myndugleikarnar at semjast um eina ætlan, at menna útoyggjarnar. Tað skal ein breið semja til, umframt at peningur skal skal setast av. Men mest av øllum skal ein ítøkilig ætlan, leggjst út til stovnarnar at fremja, tað verði seg Landsverk og SSL. 

Ferðavinnan var eisini havd á lofti, og enn eina ferð var lagt upp til, at tað er tørvur á ráðgeving, fígging og ítøkiligum tiltøkum, eins og umhvørvisvernd. Tey sum reka ferðavinnu, máa hava umstøður at seta vinnulig tiltøk í verk og fáa fígging, og ferðavinnan skal skipast lokalt. Men eingin ferðavinna, uttan samferðslu og farmaflutning, tí skal alt økið lyftast, øllum pørtum at frama. 

Nevndin í felagnum var afturvald, og einasta broyting í umboðsráðnum var, at Jóhanna Maria Isaksen, Húsar, kemur í staðin fyri Magna Garðalíð. 

Starvsnevndin var skipað, við Óla Jákup úr Dímun, ið var afturvaldur til formann, Olgu Biskopstø nevndarlimur og samskipari, og Esbern í Eyðansstovu, nevndarlimur. 

Felagið fer í komandi virkisárið, at arbeiða víðari við teimum málum, ið skulu bøta um tænastustøðið, um ferðavinnuna og møguleikan at reka lønandi vinnu á útoyggj. 

 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo