|
Á aðalfundinum, sum var hildin í góðveðrinum í Svínoy í dag, var semja um at vit meira enn nakrantíð noyðast at fáa boðskapin um einar burðardyggar útoyggjar fram. Politiski myndugleikin er noyddur at taka støðuna í álvara, tí tað ber ikki til at skerja við aðrari hondini og krevja við hinari. Ferðavinnan vantar nógv av útoyggjunum. Ferðaløg í stórum tali ynskja at vitja hesi forkunnugu støðini, og hotellini í Havn hava brúk fyri at gestirnir fáa autentiskar upplivingar. Vit vita eisini, at politiski myndugleikin sær ferðavinnuna sum ein sjálvsagdan møguleika hjá teimum búsettur á útoyggj, at vinna sær pening. Trupulleikin er bara tann, at veruleikin ikki passar til myndina, sum meginøkið hevur av útoyggjunum. Tí hóast borgarin á útoyggj sær ferðavinnu sum ein møguleika, ber tað illa til at gerast partur av henni. Gerandisdagurin á útoyggj er eitt knoss, tí tænasturnar eru fáar, og alt sum skal flytast, um tað er farmur ella fólk, krevur tíð og tilrættalegging. Einki er einfalt, ongin handil og ongar lætt keyptar tænastur, fáar hendur og ongin fígging. Skulu Føroyar sum land, tryggja sær at útoyggjarnar framhaldandi eru livandi samfeløg, við virknum og søgufróðum fólki, kann tað ikki sigast ov ofta, at ein menningarætlan skal til, ein ætlan, ið er fakliga grunda, og byggir á tað, sum hvør einstøk oyggj metur neyðugt. Tað er eisini neyðugt við fyrimunum, og øðrum eggjandi tiltøkum, sum gera tað attraktivt hjá yngri familjum at búseta seg. Er samferðslan nøktandi, farmaflutningurin brúkiligur, heilsu- og sosialar tænastur nærri, eins og handil og skúli í nærumhvørvinum – koma tað at spretta fleiri spennandi verkætlanir á útoyggj, eisini innan ferðavinnu, har báðir partar geva - og samfelagið gerst ríkari. Aðalfundurin staðfesti, at tey sum hava sitið í starvsnevnd og umboðsráð halda fram eitt ár afturat. Óla Jákup úr Dímun sum formaður, Olga Biskopstø, sum samskipari og Marius á Geilini, starvsnevndarlimur.
Í umboðsráðnum sita hesi: Jóhanna Hansen, Hattarvík. Andras í Frammistovu, Kirkja. Óli á Geilini, Svínoy. Anja Eliasen, Trøllanes. Magnus Eliasen, Mikladalur. Jóhanna Maria Isaksen, Húsar. Katrina Johannesen, Mykines. Kartin Lenvig, Hestur. Harry Jensen, Skúgvi og Jógvan Jón Petersen, Stóra Dímun. Útoyggjafelagið hevur sett sum mál fyri 20-21, at koma nærri einari loysn á lokalari samskipan av ferðavinnuni, at virka fyri at loysa knútar, sum eru í samferðslu- og farmaflutningi, og fáa myndugleikarnar at fara undir eina ítøkiliga tilgongd, at tryggja heilárs bústaðir, til tey sum tørva tað. Aftur |