Aðalfundurin í gjár í Mykinesi

Tíðindi >>

Aðalfundurin í Mykinesi eydnaðist væl. Veðrið var miðal hampuligt. Áleið 60 fólk savnaðust í hugnaligu kaféini, the Locals hjá Katrinum Jóhannesen.
Á aðalfundinum var nevndin afturvald, og ongar broytingar eru í umboðsráðnum. Men avrátt var, at felagið skipar ein fund seinni í ár, og ein eykaaðalfundi, har bygnaður og viðtøkur verða endurskoðaðar, soleiðis at felagið eftir 20 ár við sama leisti, verður endurnýggja.

Fundurin staðfesti, at útoyggjarnar ikki enn, hava fingið tær sømdir, ið søma seg. Onki samlað politiskt átak er framt, ið lyftir útoyggjarnar upp á støðið, ið ger tað lættari at liva á útoyggj. Samferðsla og farmaflutningur eru ikki hóskandi, bústaðar møguleikar eru fráverandi og fígging til vinnu o.a. er ikki gjørlig. Alt viðurskifti, ið føra til avtofting heldur enn vøkstur.
Aðalfundurin staðfesti eisini, at felagið hevur gjørt nógv fyri at samansjóva og styrkja samleikan hjá teimum fastbúgvandi, umframt at skapt íblástur til íverksetan. Men fíggjarliga orkan hevur verið lítil, og onki lønt fólk hevur verið til at fasthalda og ráðgeva, so vinna og íverksetan kundi verið framd í størri mun.
Á aðalfundinum var ferðavinnan umrødd, og tað var lagt upp til, at allar útoyggjarnar finna sín egna ferðavinnu samleika, men samstundis marknaðarføra og skipa ferðavinnuna sum eina eind, eitt nú við at bjóða samlaðar ferðavinnupakkar, so ferðafólk kunnu gera tað, ið "De Danske småøer, kalla Ø-hop". Ferðavinnan er ein góður inntøkumøguleiki á útoygg, men bara, um tilfeingið og møguleikarnir eru verðandi á staðnum, og ikki verða avreiddir av oyggjunum.
Í gjár legði Útoyggjafelagið eisini fram eitt uppskot til eina verkætlan, ið vit nevna "Hvannir aftur í gamla partin av kirkjugarðinum" Hetta snýr seg um, at bygdafólkið, saman við Sørvágs kommunu og Útoyggjafelagnum, skipa fyri at hvannirnar, sum í 2008 vóru ruddaðar burtur í kirkjugarðinum, verða plantaðar aftur, tó bert í elsta partinum, har tær upprunaliga vór plantaðar, arbeiðið verður gjørt í samráð við fakfólk. Søgan sigur at hesar hvannir vóru plantaðar í 1300 talinum, har tey, sum doyðu av søttini svørtu, ella svartadeyð vóru grivin. Tá var hildið, at hvannin, ið er lekiurt, kundi fyribyrgja ella steðga søttini. Hendan søgan er góð og sigandi, og ein partur av mentanarsøguliga landslagnum í Mykinesi. Tað er hetta, ið ynski er at endurreisa. Samstundis verður kunning sett upp, so ferðafólk fáa innlit í søguna.

Dagurin í gjár endaði við, at góð suppa, frá Fiskastykkinum í Sandavági, var bjóða øllum í bygdini. Tjaldri, Jósup og Aview2sea, førdu síðani gestirnar heimaftur.
Útoyggjafelagið takkar øllum, ið hjálptu til, løgdu hølir til, og í aðrar mátar gjørdi, at dagurin eydnaðist so væl.

 

 

 

 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo